Norðmaður í gulu troyggjuni

Norski Alexander Kristoff tók øll á bóli í einum rokmiklum fyrsta teini í Tour de France í dag.

Fyrstu kilometrarnir í árliga Tour de France vórðu súkklaðir í franska býnum Nice í dag. Kappingin skuldi eftir ætlan byrja fyri tveimum mánaðum síðan, men varð útsett vegna koronasmittuna, og tað er av somu orsøk eitt avmarkað tal av áskoðarum til kappingina í ár.

Eingin sokallaður prologur - ein fyrsti teinur við einkultstarti - var í ár, men heldur varð lagt til brots við einum lutfalsliga fløtum teini, sum lat upp fyri at ein sprintari kundi vinna sær gulu troyggjuna frá byrjan.

Og so varð. Í oysandi regni og á hálum vegum var tað eitt ótal av súkklarum, sum endaðu í asfaltinum, og tá eitt av hesum føllunum hendi bara fáar kilometrar frá málinum, so var tað ein lítil bólkur av súkklarum, sum kappaðust um sigurin.

Caleb Ewan og Sam Bennett vóru mettir at vera favorittar, men tað var norski Alexander Kristoff, ið streyk framvið øllum og vann frammanfyri danska heimsmeistaran, Mads Pedersen.

33 ára gamli Kristoff, ið eftir hondini má metast at vera ein veteransprintari, er annar norðmaðurin í gulu troyggjuni. Áður hevur Thor Hushovd, ið eisini var sprintari, súkklað í henni í 2004, 2006 og 2011.

2. teinur verður súkklaður í morgin. Talan er um 186 kilometrar langan hálvan fjallatein í Nice.