Norðleivur sjósettur týsdagin

Um einar 10-14 dagar koma nýggju trolbátarnir, Norðleivur hjá Kjartani Joensen og Fríðborg hjá Osmundi Justinussen, til Føroya.



Nýbygningar

Tveir nýggir og snotuligir trolbátar eru á veg inn í føroyska fiskiskipaflotan.
Kjartan Joensen í Leirvík, sum eigur Norðleiv og P/F Sæborg, sum átti Raðhamar, hava latið tveir nýggjar trolbátar byggja á Ósey á Havnafjørðinum í Íslandi.
Skrokkarnir eru bygdir í Póllandi, og skipini eru bygd liðug í Íslandi.
Norðleivur varð sjósettur í gjár, og ætlandi sjósettu teir Fríðborg á Ósey í gjárkvøldið.
Tummas Justinussen sigur, at ætlandi verða skipini í Føroyum um einar 10-14 dagar, og bæði skipini koma í senn.
Hann sigur, at byggitíðin hevur ikki hildið heilt, og tað var ikki so óvæntandi, tí leveringstíðin var so stutt.
- Vit frættu um tveir skrokkarúr úr stáli, ið stóðu á Ósey, sum ikki vóru seldir. Vit gjørdu sáttmála við skipasmiðjuna, og byggingin byrjaði ikki fyrr enn í fjør heyst. So, eg haldi, vit kunnu siga, at arbeiðið hevur gingið hampiliga væl, sigur Tummas.
Norðleivur og Fríðborg hava eitt systurskip í Íslandi, sum hevur riggað sera væl, og tí hava teir góðar vónir um hesar báðar trolbátarnar.
Skipini eru 19,40 metrar long og 5 metrar breið. Maskinurnar eru 425 hk.
Sum skilst, hevur Ósey bygt fleiri smáar bátar sum hesar. Byggihøllin á skipasmiðjuni er 55 metrar long, 22 metrar breið og 18 metrar høg.


Ólíka umstøður

Kjartan Joensen sigur, at umstøðurnar umborð á nýggju trolbátunum kunnu ikki samanberast við umstøðurnar umborð á eitt nú Norðleivi og øðrum gomlum trolbátum í okkara fiskiskipaflota.
- Norðleivur, sum er gamli Stigabarmur, er 35 ára gamal. Vit gjørdu nakað við
skipið, tá ið vit keyptu tað, men hetta er framvegis eitt gamalt skip og eitt gamalt
?amboð?.
Kjartan heldur, at orsøkin til, at fólk yvirhøvur fæst at sigla við hesum bátunum, er, at tað gevur úrtøku, men manningarumstøðurnar eru vánaligar.
-Tú arbeiðir á dekkinum og í lastini undir ringum umstøðum, og tá ið tú fert í koyggjuna, noyðist tú at hava plastik omaná dýnuni fyri at sova nøkulunda turrur.
Bæði Tummas Justinussen og Kjartan Joensen eru væl nøgdir við apeteringina
umborð á nýggju trolbátunum, sum gevur manningini nógv betri umstøður, enn teir eru vanir við umborð á gomlu trolbátunum.
- Vit halda, at tíðin var komin at skifta trolbátarnar út, siga teir báðir.
Bæði Norðleivur og Fríðborg koma inn fyri trolbátar, sum hava loyvi at fiska á landleiðini um sumrarnar, og báðir lúka tær treytir, sum her eru galdandi.