Norðhús átti lægra boðið

Tilboðini upp á arbeiðið at innrætta hølini hjá Trygdarmiðstøðini í Klaksvík vórðu latin upp seinnapartin, og Norðhús átti tað lægra. Norðhús sigur seg vera til reiðar at gera arbeiðið fyri 6.730.929 krónur. Hitt tilboðið, sum var frá Kanjon, var upp á 6.856.433 krónur. Tað skrivar Norðlýsið.

Sostatt lógu bæði tilboðini innan fyri metingina hjá ráðgevunum, sum var 6,9 milliónir krónur. Játtanin er 8 milliónir krónur.

Trygdarmiðstøðin skal halda til í bygninginum, sum Fiskimálaráðið keypti frá timburhandlinum ÍDNI í fjør fyri 12 milliónir krónur.