Meðan sølan til privatfólk vaks, tá korona-kreppan byrjaði at gera um seg í Føroyum, minkaði sølan á hinari síðuni til matstovur og køkar. At kalla allar matstovur lótu aftur, og í staðin fyri at savna fólk til máltíðir, varð roynt at spjaða fólk á arbeiðsplássum sum mest - og best - til tess at byrgja upp fyri smittuspjaðing.
Jógvan Martin Hansen hjá Norðfra sigur, at tey eisini merktu hesa gongd - við minkandi sølu av eitt nú raspaðum hýsufløkum og øðrum fiskaúrdráttum til matstovur og køkar.
- Men, á hinari síðuni merktu vit eisini, at sølan til privatkundar vaks í hesum tíðarskeiði. Vit eru høvuðsveitarar av fiskavørum til nógvar handlar, matstovur og køkar, og tað er greitt, at tá sølan til matstovur og køkar minkar burtur í lítið og einki, minkar samlaða sølan á føroyska marknaðinum eisini, tí hetta eru í fleiri førum so stórir keyparar.
Men, nú er við at venda aftur, og tað fegnast tey á Norðfra um.
- Jú, vit merkja, at samfelagið so smátt er við at lata seg upp aftur, og vit mugu bara øll fegnast um, at korona-smittan nú er undir eftirliti, soleiðis at samfelagið kann gerast so nøkulunda vanligt aftur, sigur hann.
Jógvan Martin Hansen vísir á, at beinfrítt raspað hýsuflak ivaleyst er tann einstaka vøran hjá Norðfra, sum selur mest á føroyska marknaðinum, og her er talan um nøkur tons um vikuna, tá viðurskiftini eru vanlig.
- Eg vil meta, at eini 35 prosent av okkara framleiðslu er raspað hýsuflak og reint beinfrítt hýsuflak.
Hann vísir á, at hýsa er ein ómetaliga góður og vælsmakkandi fiskur, sum allar flestu dáma. Tó eru einstøk øki í Føroyum, har toskurin vinnur á hýsuni, men sum oftast er tað hýsan, sum viðskiftafólk spyrja eftir, tá tey vilja hava beinfrítt fiskaflak.
- Tað eru tey allar flestu, sum elska stokt fiskaflak – antin tað er hýsa ella toskur, leggur Jógvan Martin Hansen aftrat.
Men, Norðfra hevur eisini nógvar aðrar frálíkar fiskavørur í sínum útboði.
##med2##
- Frikadellurnar og knettini selja altíð væl, og her hava vit eina veksandi sølu og eftirspurning. Vit plagdu at liggja um einar 450.000 frikadellur og eini 1500.000 knettir um árið. Men, í fjør vóru hesi tøl væl størri. Okkara tøl siga, at talið av frikadellum í fjør lá um 600.000 - og talið av knettum um eini 200.000.
Jógvan Martin Hansen heldur tað vera hugaligt at síggja, at føroyingar í størri og størri tali keypa tær góðu føroysku fiskavørurnar, sum eru í útboði hjá føroyskum veitarum.