- Norðborg hevur góð 450 tons í flaki, 100 tons av mjøli og 30 tons av lýsi, sigur Jón Rasmussen, skipari. Heimasíðan www.skipini.com veit í dag at siga, at verksmiðjuskipið Norðborg í løtuni roynir vestur úr Kristiansund í Noregi.
- Vit hava í løtuni góð 450 tons í flaki, 100 tons av mjøli og 30 tons av lýsi, sigur Jón Rasmussen, skipari.
Norðborg fór til fiskiskap 5. februar, og skiparin væntar, at gongst sum higartil á túrinum, verður lastin full um eina góða viku ella so.
30 mans eru við Norðborg hendan túrin, og ætlandi verður veiðan løgd upp í Ánunum, tá túrur er lokin.