Fronsku veljararnir vóru ikki í iva, tá teir tóku støðu til ta ætlaðu ES-grundlógina. 54,9 prosent søgdu nei, og 45,1 prosent søgdu ja.
Ósigurin verður roknaður sum ein dygur smeitur fyri Jaques Chirac, forseta, sum av øllum alvi stríddist fyri at fáa veljararnar at atkvøða ja. Hann viðgekk ósigurin sunnukvøldið og boðaði samstundis frá, at úrslitið fer at hava broytingar í stjórnini við sær.
Samstundis kravdu fleiri, at forsetin eigur at leggja frá sær. Hann víðgongdi høgramaðurin Jean-Marie Le Pen, sum var ein av oddamonnunum ímóti ES-grundlógini, segði bart út, at forsetin er ikki førur fyri at leiða franska fólkið longur.
Men forsetin fer ikki frá. Harafturímóti verður roknað við, at Jean-Pierre Raffarin, forsætisráðharri, noyðist frá, og tey flestu vænta, at Dominique de Villepin, innanríkisráðharri, fer at taka við.
Onga ávirkan
- Úrslitið av fronsku fólkaatkvøðuni fær onga ávirkan á avgerðina at halda fólkaatkvøðu um sama spurning her í september.
Tað segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, sunnukvøldið, tá tað var greitt, at fransmenn høvdu vrakað ES-grundlógina.
Men tey, sum eru ímóti grundlógini, hava eina aðra uppfatan av støðuni. Forkvinnan í Danska Fólkaflokkinum, Pia Kjærsgaard, vil vera við, at uppskotið til eina ES-grundlóg er fallið, nú fransmenn hava felt tað, og tí eigur danska stjórnin at avlýsa fólkaatkvøðuna tann 27. september, sigur hon.
Tað sama siga tey í Fólkafylkingini ímóti ES og Juni-rørsluni.
Onnur mál avgerandi
Eygleiðarar í París søgdu sunnukvøldið, at teir fronsku politikararnir, sum eru fyri grundlógini, megnaðu ikki at fáa orðaskiftið at snúgva seg um grundlógina, og tí kom orðaskiftið at snúgva seg um ymisk fronsk innanríkismál. Tað gjørdi, at í roynd og veru var fólkaatkvøðan ikki um grundlógina, men heldur ein spurningur, um fólk vóru fyri ella ímóti Jaques Chirac, forseta og stjórnini.
Tað sama kann henda aðrastaðni, og nógv bendir á, at ymisk innanríkismál fáa eisini avgerandi ávirkan á fólkaatkvøðuna, sum verður í Niðurlondum í morgin. Har eru ymisk mál drigin upp í orðaskiftið, og tær seinastu meiningakanningarnar vísa, at ES-grundlógin fer eisini at fella har. Sambært teirri seinastu kanningini fara umleið 56 prosent at atkvøða ímóti.
Mugu finna loysn
Sambært reglunum skulu øll tey 25 ES-londini góðtaka grundlógina, fyri at hon kann fáa gildi, og spurningurin er tí, hvat hendir, nú fransmenn hava vrakað hana, og niðurlendingar eftir øllum at døma fara at gera tað sama.
ES-serfrøðingar søgdu sunnukvøldið, at spurningurin má takast upp, tá ríkis- og stjórnarleiðararnir í teimum 25 londunum hittast í Bruxelles tann 16. juni. Víst verður á, at sambært reglunum skal grundlógin góðkennast innan árslok næsta ár, og tí er tað ikki óhugsandi, at spurningurin verður tikin uppaftur í Fraklandi og Niðurlondum eina ferð afturat til ta tíð. Hvat Fraklandi viðvíkir, er ikki óhugsandi, at landið fær loyvi at bíða eitt ár afturat, so fólkaatkvøða kann haldast aftan á forsetavalið har, sum verður í 2007.