Nolsø Shipping komið í Skráseting Føroya

Dóttirfelagið hjá svenska stórreiðaríðinum Furetank, Nolsø Shipping, er nú komið í Skráseting Føroya. Fyri viku síðan bar Sosialurin tíðindini um, at eitt svenskt reiðarí hevði skrásett eitt stórt kemikaliuskip í Føroya Altjóða Skipaskráseting, FAS.

Men fyri at skipið skal kunna skrásetast í FAS, er neyðugt at eigarafelagið er skrásett í Føroyum.

Fríggjadagin boðaði Skráseting Føroya frá, at tey høvdu skrásett eitt partafelag, Nolsø Shipping, heimahoyrandi í Nólsoy. Tað er Sp/f Nolsø Shipping, við Niels Winther Poulsen sum stjóra, og Furetank Rederi AB, ið hava stovnað Nolsø Shipping P/r.

Hetta felagið eigur kemikaliuskipið Fure Star, ið nú er heimahoyrandi í Nólsoy. Hetta er sostatt eisini fyrsta skip, ið er skrásett í Nólsoy síðan miðskeiðis í nítiárunum.

Svenska reiðaríið hevur ætlanir um at skráseta fleiri systurskip í Nólsoy komandi tíðina.