Samtykkir Løgtingið illa umstrídda uppskotið um at skipini hjá Strandferðsluni ikki skulu betala havnargjald, fer tað at fáa avleiðingar. Tað staðfestir Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Hann sigur, at hann fer at leggja málið fyri býráðið á næsta fundi.
- Tá fari eg at biðja býráðið samtykkja, at verður uppskotið um a strika havnargjaldið samtykt, skulu skipararnir á Smyrli fáa boð frá býráðnum um, at teir skulu ikki venda sær til Tvøroyrar Havn um nakað sum helst, fáa teir brúk fyri hjálp innanfyri havnarmerkini hjá Tvøroyrar Havn.
Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at hann fer at seta seg í samband við felagið fyri føroyskar havnir um at taka somu støðu.
Sostatt er vandi fyri, at verður havnarghaldið strikað, skulu skipini frá Strandferðsluni heldur ikki vænta sær hjálp úr nakrari havn, sum Strandferðslan siglur til.
Hetta kann fáa álvarligar avleiðingar, tí verður okkurt áfatt innanfyri havnarmerkini, mugu skipini hjá Strandferðsluni venda sær til vaktar- og Bjargingartænastuna, ella til aðrar myndugleikar eftir hjálp.
Kristin Michelsen leggur kortini dent á, at er mannalív í vanda, er støðan sjálvandi ein heilt onnur, tí tá verður øll hugsandi hjálp sjálvandi veitt.
Men er einans talan um tað materiella, skulu skipini frá Strandferðsluni ikki vænta sær hjálp, verður uppskotið um at strika havnargjaldið, samtykt.