Stríð hevur tikið seg upp um kommunurnar øðrumegin og Nærverkið og Almannamálaráðið hinumegin um, hvør skal gjalda fyri at hava náttarvakt á teimum umleið 15 sambýlunum í landinum.
Higartil hava kommunurnar rinda fyri náttarvaktirnar, tí tað hava tær hildið, at tær eiga at gera.
Men nú er komið í ljósmála, at tað er alt annað enn vist, at kommunurnar hava skyldu at rinda fyri náttarvaktirnar.
Kommunurnar vísa á, at landið hevur ikki heimild til at krevja kommunurnar eftir hesum gjaldinum.
Tað er eisini ivingarsamt við heimildini og tí hevur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at skera út í papp, at tað eru kommunurnar, sum skulu rinda fyri náttarvaktirnar.
At uppskot verður lagt fyri løgtingið nú, taka kommunurnar sum tekin um, at Almannamálaráðið viðurkennur, at heimildin hevur ikki verið til áðrenn.
Av tí sama hava fleiri kommunur nú boðað Nærverkinum og Almannamálaráðnum frá, at tær vilja ikki longur rinda fyri náttarvaktirnar.
Summar kommunur hava eisini spurt Almannamálaráðið um, hvørjari heimild, peningurin verður kravdur frá kommununum eftir.
Krevja peningin aftur
Ein kommuna, sum noktar at rinda fyri náttarvaktirnar, er Tvøroyrar Kommuna.
Á fundi týskvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð, at kommunan skal gevast at rinda.
Men kommunan kravdi eisini, at fáa allan peningin aftur, sum kommunan hevur rindað av órøttum øll hesi árini.
- Tað er ongin orsøk, at kommunan rindar meiri enn hon eigur at rinda eftir lógini og hava vit goldið ov nógv, eiga vit at fáa peningin aftur, er støðan hjá Tvøroyrar Býráði.
Talan er um rættiliga nógvan pening, tí Tvøroyar Kommuna rindar ímillum 50.000 og 60.000 krónur um mánaðin fyri náttarvaktirnar til sambýlini.
Talan er sostatt um eina upphædd upp á ímillum 600.000 krónur og 720.000 krónur um árið, sum Tvøroyrar Kommuna hevur goldið fyri náttarvakt á sambýlum hesi seinastu 12 árini ella so.
- Hava vit goldið allan hendan peningin, uttan at heimild er fyri at krevja okkum eftir honum, skulu vit hava tað aftur, varð staðfest á býráðsfundinum á Tvøroyri týskvøldið.
Tað skilst eisini á bæði Kommunufelagnum og Kommunusamskipan Føroya, at fleiri kommunur ætla ikki at lata hetta fara afturvið borðinum, men vilja hava peningin aftur, vísir tað seg, at hann er goldin av órøttum.
Verður tað neyðugt, eru kommunurnar eisini sinnaðar at fara í rættin fyri at fáa eina endaliga avgerð.
10milliónir
Tað er rættiliga nógv, tað kostar at hava náttarvakt á sambýlunum kring landið.
Mett verður, at talan er um eina útreiðslu upp á einar 10 milliónir um árið.
Men nú er als ikki vist, at kommunurnar hava skyldu at rinda hesa upphædina.
Tað er eisini greitt, at Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, eisini er ivingarsom og tí hevur hon nú lagt uppskot fyri Løgtingið, har tað verður skorið út í papp, at...
“Kommunurnar afturrinda landskassanum útreiðslurnar til náttarvakt á eldrasamby?lum”, sum tað stendur í uppskotinum.
Hon sigur, at endamálið við uppskotinum er at fáa samsvar millum lógina og skipanina, sum arbeitt verður eftir og sum byggir á eina siðvenju frá seinnu helvt av 90’unum, har tær kommunur, ið eiga og reka eldrasamby?li, rinda fyri náttarvaktina á samby?lunum eftir rokning.
Hendan siðvenjan er síðani staðfest í kunngerð, men nú hevur so ivi tikið seg upp um nøkur lógarheimild er at seta hesa kunngerðina í gildi.
Eisini Landsgrannskoðarin hevur reist spurnining um heimildina hjá Heilsumálaráðnum at krevja kommunurnar eftir gjaldi fyri náttarvaktirnar og hevur spurt um ætlanin er at gera lógarbroyting á økinum.