Fleiri staðni í landinum hevur tað verið rættiliga nógvur vindur í nátt.
Hóast politiið ikki hevur fingið fráboðanir um húsaskaðar, so hava onkur smærri óhapp verið.
Í Árnafirði var nógvur uppgangur og eisini rættiliga fitt av vindi. Tað hevði við sær, at nakrir stórir betongklossar, sum kommunan hevði standandi á bryggjuni, blivu tiknir av vindi og komu heilt inn ímóti flakavirkinum. Eingin skaði stóðst tó av hesum.
Eisini í Kollafirði var nakað av vindi. Beint eftir klokkan 23 í gjárkvøldið fekk politiið eina fráboðan um, at nakrir trossar vóru slitnir á einum russiskum trolara. Tað gekk tó ikki long tíð, og so bleiv trolarin fastbundin aftur.