Køld luft streymar inn yvir Føroyar av landsynningi. Eitt stormlágtrýst nærindis Grønlandi sendir sum frá líður mildari luft móti Føroyum og týskvøldið fer væntandi eitt annað stormlágtrýst framvið vestan fyri Føroyar.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagn øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s og um kvøldið upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Eitt skifti sólglottar, annars skýggjað og stundum regn. Um náttina skýggjað og regn í støðrum og strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Hitin millum 3 og 8 stig.
Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað, támut og tíðum regn. Hitin millum 7 og 10 stig. Um kvøldið og náttina nógv regn, fyrst upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, seinni gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Hitin millum 4 og 7 stig.
Týsdagin øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, seinni strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Ælaveður og fyrst samdrigið, seinni skýggjað. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin enn meiri upp í skrið ella storm av landsynningi, seinni suðri, 18 til 23 m/s, eitt skifti kanska upp í hvassan storm, 25 til 28 m/s, við ódnarstyrki í hvirlunum. Fyrt regn, men seinni klárar í av útsynningi og hitin millum 4 og 8 stig.
Mikudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s, um morgunin í støðum upp í storm, 23 m/s. Út á dagin makar hann vindin og verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður og hitin millum 3 og 8 stig.
Gamlaárskvøld verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, men út á náttina møguliga vátaslettingur. Hitin um dagin millum 3 og 8 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Nýggjársdag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin snarar í ein landsynningi og øtlar vindin upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, men út á dagin yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.