Nógvur svartkjaftur í Fuglafirði

Havsbrún í Fuglafirði vær nógvan svartkjaft í hesum døgum.

Í gjárkvøldið byrjaðu teir at landa Christian í Grótinum, sum hevði 2.000 tons. Fyrrapartin í morgin kemur Finnur Fríði inn við umleið 2.400 tonsum, og síðani kemur Tróndur í Gøtu, sum hevur eini 2.500 tons. Jupiter fór at sigla síðstu nátt, og teir verða á Fuglafirði mikukvøldið við umleið 2.500 tonsum. 

 

Svartkjaftaskipini hava roynt í altjóða sjógvi vestan fyri Írland.