Vit hava ikki annað val. Tað var staðfestingin hjá Eyðuni Klakstein landsliðsvenjara, tá ið hann boðaði frá, hvørjir 23 hava fingið landsliðsboð, og tað samstundis var greitt, at tríggir av KÍ spælarunum, sum fyri tað mesta hava verið fastir menn í landsliðshópunum, í morgun ikki eru á listanum.
Hesir tríggir eru René Shaki Joensen, Hallur Hansson og Patrik Johannesen.
-Teir eru darvaðir av skaðum, og í løtuni eru teir ikki førir fyri at venja saman við hinum og spæla fulla tíð. Tí eru teir ikki á listanum, og so er møguleiki hjá øðrum at lyfta ta uppgávuna. Vit vóna, at teir vera tøkir aftur og vera upp á tal, tá ið vit fara at úttaka liðið í oktober, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.
Eyðun Klakstein vísti á, at tað bíðar eitt spennandi landsliðsheyst. Í fyrstu atløgu er talan um heimadyst ímóti Kroatia og útidyst ímóti Gibraltar. Talan er um tveir heilt ymiskar uppgávur, og landsliðsvenjarin sigur, at tað verður brúk fyri fleiri spælarum og at tað vera útskiftingar bæði í dystunum og millum dystirnar soleiðis, sum tað hevur verið, síðani hann tók við sum landsliðsvenjari.
-Kappingin um plássini er so stór, sum hon sjáldan hevur verið. Hugaligt er tað, at fleiri spælarar í útlendskum feløgum standa seg væl. Eg havi verið og vitjað Jóannes Bjartalíð og tosað við venjaran í Frederikstad, og teir vóna, at Jóannes verður avgerandi, nú teir fara undir endaspurtin. Í Póllandi stendur Andrias Edmundsson seg væl, Samuel Chukwudi avrikar væl í Finnlandi, Poul Kallsberg hevur longu markerað seg í Hillerød, har Adrian er millum stuðulsspælararnar, og í Jyllandi standa bæði Meinhard E. Olsen og Martin Agnarsson seg væl. Og so eru tað Géza Dávid Turi í Grimsby, sum síðstu vikurnar hevur spælt væl, og Jóan Símun Edmundsson á Akureyri, sum av álvara hevur markerað seg, staðfestir Eyðun Klakstein, og hann heldur fram:
-Vit gleða okkum at spæla á Tórsvølli fríggjakvøldið í næstu viku. Kroatia telist millum bestu lið í heiminum, og við vónandi fullum Tórsvølli ætla vit at geva teimum góða mótstøðu, sigur landsliðsvenjarin.
Í gjár fór Viljormur Davidsen longu undan steðginum av vøllinum í Klaksvík:
-Tað sær út til, at talan ikki er um so álvarsligan løst. Tí er Viljormur úttikin, og so fáa vit næstu dagarnar at síggja, hvussu tað fer at taka seg upp. Um Viljormur ikki verður førur fyri at spæla, so hava vit avloysaran kláran. Hvør hann er, kunnu tit gita um, var viðmerkingin hjá Eyðuni Klakstein.
At Bjarti Vitalis Mørk, HB málverjin, hevur fingið landsliðsboð, og Ari í Haraldstovu Petersen, málverjin hjá 07 Vestur, ikki hevur fingið boð, greiðir venjarin soleiðis frá um:
-Tað er einki dramatiskt í hesum. Ari er góður málverji, men vit halda, at Bjarti eigur at fáa møguleikan, tí hann hevur avrikað sera væl í HB málinum nógvu tær seinastu ferðirnar.
Málmenn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bjarti V. Mørk, HB Tórshavn
Verjuspælarar
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Póland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn (Fær nakrar dagar)
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarspælarar
Brandur H. Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup B. Andreassen, KÍ Klaksvík
Noah Mneney, HB Tórshavn
Geza David Turi, Grimsby Town (Ongland)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Álopsspælarar
Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)