28 ára gamli ukrainarin, Jegor, berjist ímóti Russlandi. Tað hevur hann gjørt síðan 2014. Nú fyrireikar hann seg til stórálop á russisku herdeildirnar. Norska kringvarpið - NRK - hevur skift orð við mannin.
Enn er jørðin bleyt, men várið er í gongd, og nú verður turrari. Skjótt kunnu stríðsvognar rulla yvir ukrainsku markirnar, og fráboðaðu stórálopini á russisku herdeildirnar eru í gongd.
Á einum loyniligum staði har eysturi í Ukraina hittist stríðsvognabrigada nummar 1, sum hon verður rópt. Hermótið er ikki langt burturi, bert 15 kilometrar.
Jegor hevur verið í kríggj síðan 2014. Tá byrjaðu bardagarnir har eysturi í Ukraina, og Russland tók Krim-halvoynna frá Ukraina.
- Mítt lív er kríggj, og síðan eg var 18 ára gamal, havi eg verið í kríggi, sigur hann.
Henda dagin, NRK vitjar, skulu Jegor og hermenninir, hann er saman við, venja seg til at leypa á fíggindan. Í Ukraina veksur spenningurin, og hermenninir vita, at skjótt verður stórálopið ein veruleiki.
Vandarnir eru nógvir. Ein er landminurnar, sum russar hava lagt fyri teimum.
Fleiri av stríðsvognunum eru frá 1970-unum, og teir eru framleiddir í gamla Sovjetsamveldinum. - Teir eru tvífalt so gamlir, sum eg eri, og teir steðga ofta upp.
Jegor hevur ein dreym um at býta gomlu stríðsvognarnar frá 1978 um við nýggju amerikansku Abraham-stríðsvognarnar.
Munurin á hesum stríðsvognum er velduga stórur, og hann sigur, at hetta er sum at samanbera ein nýggjan Mercedes við ein gamlan Lada.
Jegor er vísur í, at Ukraina fer at sigra, og hann hevur lagt ætlanir um, hvat hann fer at gera, tá kríggið er liðugt.
- Eg fari at gera húsini hjá mær liðug. Eg vil liva í einum frælsum Ukraina, og eg vil gera heimin til eitt betri stað.
##med2##
Í dag er friðarligt, men ukrainsku akrarnir kunnu skjótt gerast til ein víðvøll, og Jegor veit, at stórálopið kann gerast ein spurningur um lív ella deyð.
Hann hevur longu mist nógvar vinir í krígnum.
- Nógvir av royndu hermonnunum hjá okkum eru dripnir. Hetta er ógvuliga álvarsligt fyri okkum, men vit hava einki val. Tað er kríggj, sigur Jegor við NRK.
##med3##