Tá sitandi býráð í Nes kommunu tók við, varð samtykt at seta eina høvuðsyvirskift, sum ljóðaði: ”Trivnaður, framburður og burðardygg menning við skilagóðari fíggjarstýring.”
- Nú komið er inn í seinasta árið í hesum valskeiði, kann sigast, at væl er komið burtur úr, og at endamálið í stóran mun hevur eydnast - eisini við skilagóðari fíggjarstýring.
Tað siga tey í Nes kommunu um einari kunning, nú eitt nýtt ár er byrjað.
- Kommunan hevur raðfest skúlan, svimjihøllina, musikkskúlan, dagstovnarnar, ítróttarøkið, vegakervið, endurnýtsluvirkið, útstykkingar og atløgubryggjurnar á Neshamri og í Saltnesi.
Lagt verður aftrat, at vatnreinisverkið er uppstigað við eini stórari íløgu í ár, og um stutta tíð verður nýggja reiniskipanin sett til. Farið er undir at gera brimverju í Oyrunum, so økið við tíðini kann útbyggjast til eitt trivnaðar- og miðstaðarøki, og her liggur ein spennandi tíð fyri framman.
- Størsti parturin av tilfarinum til brimverjuna í Oyrunum er higartil komin úr bakkanum norðan fyri saltsøluna, og við hesum er vinnuøkið her eisini munandi víðkað.
Sambært fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2024 verða fleiri størri útbyggingar framdar á fleiri økjum í ár.
- Høganesvegur verður longdur við 170 metrum, soleiðis at skaptir verða møguleikar til framhaldandi sethúsa- og íbúðarbygging. Móti sumri fær Frítíðarskúlin eina stovu afturat, og útiøkið verður gjørt liðugt.
Í vár verður eisini hildið fram at gera útiøkið í barnagarðinum betri, og eisini verður ferð sett á at fyrireika eina útbygging av barnagarðinum. Í skúlanum verður farið undir 1. byggistig av at gera útøkið betri, alis-/evnafrøðistovan verður gjørd liðug, og takið á 1981-bygninginum verður skift.
Í Nes kommunu vísa tey á, at itróttarhúsinum á Svangaskarði verður hildið fram við umvælingunum, eitt nú við at skifta vindeygu. Arbeitt verður í løtuni við fyrireikingunum av at gera eitt áskoðaraskýli, sum eftir ætlan skal gerast í hesum árinum.
- Kirkjugarðurin verður víðkaður við 1400 fermetrum. Fyri at fáa til vega tilfar verða í hesum sambandi onnur arbeiði gjørd. Lýðarsvegur verður longdur, Regnavegurin verður breiðkaður, og parkeringsøki verður eisini gjørt í Gerðinum.
Umframt hetta, hava tey í Nes kommunu eisini ymiskar aðrar smærri verkætlanir, sum skulu fremjast í hesum árinum. Samanumtikið royndist 2023 væl, og fyri framman stendur enn eitt spennandi ár, eru tey í Nes kommunu samd um.