Sambært vísindafólki eru umleið 7.000 tungumál, sum verða tosað, og umleið 1.000 teirra eru á Papua Ný Guinea.
Men málini fækka støðugt. Bretska blaðið Observer skrivar, at broytingar í umstøðunum hjá fólki gera, at serlig eyðkenni sum eitt nú málið koma undir trýst og hvørva, sum frá líður. Náttúrligar avmarkingar og forðingar millum fólkasløg hvørva, fólk flyta av bygd inn í býirnar, og tungumál, sum hava livað í lokalumhvørvi, doyggja út.
Serfrøðingar hjá Zoological Society of London og George Wright Society siga við Observer, at heimsins tungumál eru fækkað ein lítlan ein triðing síðani 1970.