Nógv royna seg á skoytubreytini

Afturmeldingarnar um nýggju plaseringina av skoytubreytini í Kommunuskúlagarðinum í Havn eru góðar.

Skoytubreytin, sum í ár liggur í Kommunuskúlagarðinum í Havn, læt upp seinasta leygardag, og soleiðis hevur hon nú verið opin í eina viku.

 

Dánjal Samuelsen, hallarleiðari hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at nógv fólk hava vitjað breytina, síðan hon læt upp.

 

- Fyrrapartarnir frá mánadegi til og við fríggjadag eru ætlaðir skúlum og stovnum, og her rapla meylarnir inn.

 

Hann sigur, at longu nú hava tey havt vitjanir av skúlum og stovnum, bæði úr miðstaðarøkinum, men eisini úr eitt nú Kvívík, Vágum og Klaksvík.

 

- Sum tíðin gongur, vænti eg, at fólk koma úr meginpartinum av landinum. Enn hevur eingin skúlaflokkur ella stovnur verið úr Suðuroy, men tey vóru her í fjør, og eg ivist onga løtu í, at onkur kemur aftur í vetur.

 

Dánjal sigur, at skipanin er hon, at skoytubreytin letur upp allar yrkadagar - frá mánadegi til fríggjadag - klokkan 08, leygardag er opið frá klokkan 10 og sunnudag frá klokkan 14. Síðan er breytin opin hvørt kvøld í vikuni til klokkan 22.

 

- Sum nevnt, eru fyrrapartstímarnir frá mánadegi til fríggjadag ikki til almenna skoyting, men eru avsettir til skúlar og stovnar. 

 

Hallarleiðarin vísir á, at afturmeldingarnar um plaseringina av skoytubreytini í Kommunuskúlagarðinum eru ógvuliga góðar.

 

- Fólk halda, at umhvørvið er sera hugnaligt. Kommunuskúlin er upplýstur, og tjøld eru í garðinum, har fólk eitt nú kunnu keypa sær vaflur, kaffi og annað, eins og skoytuleiga og skifti úr gerandisskóm í skoytur fer fram í tjaldi.

 

Dánjal vísir á, at í øðrum av tjøldunum eru eisini “kopparnir”, sum tey rópa tað.

 

- Her kunnu smærri børn sita í sovorðnum koppum sum mala runt, og tað dámar børnunum væl, leggur hann aftrat.

 

Hallarleiðarin hevði eingi neyv tøl við hondina, tá in.fo skifti orð við hann fríggjadagin, men heldur, at undirtøkan hesa fyrstu vikuna hevur verið minst líka so góð sum í fjør og undanfarin ár.

 

- Jú, her hava nógv fólk verið, síðan skoytubreytin læt upp, sigur Dánjal Samuelsen.