Nógv fólk halda, at vit skulu seta strangari krøv - men nógv halda ikki   

Spurningurin hevur serliga tikið seg upp eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina

Ein stórur partur av føroyingum halda, at myndugleikarnir eiga at seta strangari krøv til, hvønn vit útflyta vørur til. Tað vísir ein kanning, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingið hevur gjørt. Kanningin vísir, at 42 prosent av føroyingum halda, at myndugleikarnir eiga at seta strangari krøv til útflutningsfyritøkurnar. Annars eru tað 35 prosent av føroyingum, sum ikki taka undir við hesum, men so eru tað heili 23 prosent sum ikki hava nakra greiða støðu til hetta

 

##med2##

 

Eftir russisku innrásina í Ukraina hevur verið nógv kjak um føroyska útflutningin til Russlands. Eisini hava ES-lond átalað, at so stórur partur av okkara útflutningi fer til Russlands, og í seinastuni hava ákoyringar á føroysku myndugleikarnar verið úr Bretlandi og Danmark.

Nú eru føroyskar fyritøkur, sum fyribils hava gjørt av at gevast at útflyta til Russlands, men sum heild er eftirspurningurin úr Russlandi eisini minkaður eftir innrásina.

 

Eiga vit at gevast at selja til ávís lond og snýr alt seg um pengar, ella skulu vit eisini hugsa um moral. Hetta eru eisini evni, sum verða viðgjørd á ráðstevnu, sum Javnaðarflokkurin hevur seinnapartin mikudagin. Ráðstevnan er ókeypis, men tað er neyðugt at melda til.