Kári Petersen er maðurin í reyðari ketildrakt við grindaknívi fremst til vinstru. - Jú, eg haldi, at fólk sum heild eru glað fyri at fáa grind aftur, og her eru nógv fólk møtt í morgun, sigur Kári Petersen.

Nógv eru møtt at skera upp

Hóast fólk í Sandoynni ikki eru ringast fyri, tá ræður um at eiga grind og spik í frystiboksini ella í kagganum, er stórur áhugi fyri grindini, sum legði beinini á Sandi í gjár.

Kári Petersen er maðurin í reyðari ketildrakt við grindaknívi fremst til vinstru. - Jú, eg haldi, at fólk sum heild eru glað fyri at fáa grind aftur, og her eru nógv fólk møtt í morgun, sigur Kári Petersen.

Tíðliga í morgun komu seðlarnir út í grindini, sum legði beinini á Sandi í gjár. Her vóru 102 hvalir, og grindin verður býtt út í allari sýsluni, sum fevnir um bygdirnar í Sandoynni, Skúvoy og Stóru Dímun.

Finnleif Fagradal var stundisliga á bryggjuni á Sandi í morgun, og tað var við kranabili hjá honum, at hvalirnir, sum skulu út í sýsluna, vórðu koyrdir út til størru bygdirnar í oynni, har skorið verður upp.

Úr Sandoynni verður sagt, at bussurin, sum koyrdi av Sandi til fyrstu fráferðina hjá Teistanum úr Skopun í morgun klokkan 06.45, næstan var tómur, og lutfalsliga fáir bilar vóru á bryggjuni í Skopun til Teistan.

- Her møttu nógv fólk stundisliga longu klokkan 06.30 í morgun, tá seðlarnir komu út, og alt bendir á, at áhugin fyri grindini er stórur. Onkur hevur verið her og sagt, at parturin, tey eiga, kann latast øðrum.

Men, tað er bara onkur einstakur borgari.

Kári Petersen, sum er millum menninar á bryggjuni á Sandi í morgun, sigur, at partar, sum onkur sigur frá sær, verða býttir upp í partarnar hjá øðrum. 

- Í dag gera vit eisini soleiðis her á Sandi, at eldri fólk, sum eiga part, men sum búgva á ellisheiminum, fáa partin koyrdan til dyrnar, og soleiðis fáa borgarar á stovni eisini grind og spik í dag.

Vanligt er eisini, at ellisheimini í oynni í aðrar mátar fáa burtur av, tá grind leggur beinini, og manningin á Sildberanum syrgir fyri, at skúvoyingar fáa sínar hvalir út í oynna, har teir vera skornir upp.

- Jú, eg haldi, at fólk sum heild eru glað fyri grindina, og eg ivist onga løtu í, at alt kemur til høldar. Partar, sum onkur skuldi sagt frá sær, fær onkur annar, og eg ivist onga løtu í, at sýslan tekur sær av øllum.

Tað sigur Kári Petersen av bryggjuni á Sandi í morgun. Parturin hjá hvørjum einstøkum borgara í Sandoyar sýslu liggur um 0,3 skinn.