Talið á føroyingum, sum fáa krabbamein í húðini, er nógv vaksið hesi seinastu árini. Eitt yvirlit yvir tilburðir av krabbameini vísir, at seinastu 20 árini er talið á teimum, sum fáa krabbamein í húðini meiri enn trýfaldað. Og í fjør fór talið á teimum, sum fingu húðkrabba, fyri fyrstu ferð í søguni upp um 50 tilburðir. Yvirlitið vísir, at í 1995 fingu einir 15 føroyingar krabbamein í húðini og í fjør vóru teir heili 52 í tali.
Yvirlitið vísir, at frá tað var serliga frá 2000 til 2006 at talið á føroyingum, sum fingu húðkrabbameini vaks nógv. Í tíðarskeiðinum frá 2006 til 2012 varð talið av tilburðum rættiliga støðugt, uttan í 2011, tá tað var væl lægri. Í 2013 øktist talið av staðfestum tilburðum av húðkrabbameini aftur, og tá vórðu staðfestir 52 tilburðir og tað er fyrstu ferð, at talið fer upp um 50 tilburðir.
Húðkrabbi kann aloftast lekjast. Hinvegin er móðurmerkjakrabbi er verri at lekja og kann vera lívshættisligur. Í árunum frá 1995-2013 hevur talið á teimum, sum hava fingið húðkrabba, verið munandi hægri enn talið á teimum sum hava fingið móðurmerkjakrabba.
Talið á teimum, sum hava fingið móðurmerkjakrabba er rættiliga støðugt í árunum frá 1995 til 2013, tey flestu árini hevur talið verið undir 10 tilburðir um árið, men í 2004 til 2006 var talið upp ímóti 16 tilburðir um árið.
Les eisini: Bjarga børnum og ungum undan vanda at fáa krabbamein
Tað eru serliga kvinnur, ið fáa móðurmerkjakrabba og av somu orsøk er tað eisini aloftast kvinnur, sum doyggja av hesi sjúku. - Menn verður at orsøkin til henda kynsmun er, at kvinnur í størri mun enn menn nýta solarium. Tað kann eisini vera at tað verður ikki fráboðað, tá ið menn fáa móðurmerkjakrabba.
Krabbameinsfelagið í Danmark, Kræftens Bekæmpelse, sigur, at fingu dainr betri sólvanar, kundu 90 % av tilburðunum av húðkrabbameini verðið fyribyrgdir.
Yvirhøvur er sólarljós og solarium sól vanligastu orsøkirnar til móðurmerkjakrabbamein og húðkrabbamein.
|