Nógv børn uppliva klandur og harðskap heima

Kanning vísir, at nógv børn í Føroyum hava upplivað álvarsliga illstøðu ímillum foreldrini

 

Nógv børn í Føroyum hava upplivað klandur og harðskap heima við hús.

 

Tað er eitt úrslit av kanning ímillum ung í Føroyum, sum Firouz Gaini hevur staðið fyri í 2012 og har úrslitini síðani eru greinað.

 

Tað eru skúlabørn í níggjunda flokki kring landið, sum hava verið við í kanningini og av teimum 21 skúlunum við níggjunda flokki kring landið, vóru 19 skúlar við í kanningini.

 

Eitt av nógvum úrslitum í kanningini er, at meiri enn fimtahvørt barn, ella 22 prosent, hevur upplivað, at foreldrini eru skild, ella eru farin hvør til sítt.

 

- Hetta talið kann hugsast at vera uppaftur hægri, tá ið hugt verður at yngri børnum, metir granskarin.

 

Kanningin vísir eisini, at ein triðingur av næmingunum hevur klandrast álvarsliga við foreldrini, onkuntíð í lívinum og av teimum høvdu 12 prosent havt álvarsliga ósemju við foreldrini tann seinasta mánaðin áðrenn kanningin varð gjørd.

 

Hinvegin hevur meiri enn fimti hvør næmingur, ella 21 prosent, onkuntíð í lívinum sæð álvarsliga illstøðu ímillum foreldrini.

 

- Meira álvarsamt er at síggja, at níggju prosent av næmingunum hava eisini sæð likamligan harðskap heima við hús, har vaksin vóru uppií.

 

Av teimum hava tvey prosent upplivað hetta tann seinasta mánaðin áðrenn kanningin varð gjørd.

 

Harafturat siga næstan níggju prosent av teimum ungu, at tey onkuntíð í lívinum eisini sjálvi hava verið fyri likamligum harðskapi, har vaksin fólk vóru uppií.

 

Ein partur av hesum eru tey somu, sum siga seg hava sæð harðskap heima, men talan kann eisini vera um hendingar, sum eru farnar fram aðrastaðni.

 

Somuleiðis vísir kanningin, at fýra prosent av teimum ungu siga, at tey hava verið fyri kynsligum ágangi minst einaferð, har tað eru vaksin fólk, sum hava gjørt seg inn á tey, men tað eru eisini líka nógv, sum siga seg hava verið fyri kynsligum ágangi frá øðrum ungum.

 

- Hóast hetta er sera syrgiligt, eru tølini eitt sindur lægri enn tað, sum viðhvørt verður ført fram um hendan trupulleikan, er niðurstøðan hjá Firouz Gaini.