Nógv børn eru smittað við koronu í Føroyum

Hóast vit í Føroyum ikki eru farin at koppseta børn millum 5 og 11 ár, sum tey eru farin undir at gera í Ísral í dag, so er smittan millum børnini rættiliga stór í Føroyum.

 

Sambært seinastu hagtølunum frá landslæknanum, so vóru seinastu sjey dagarnar 27,6 prosent av teimum smittaðu við koronu í Føroyum børn millum 0 og 11 ár.

 

Les eisini: Ísrael fer at koppseta tey 5 til 11 ára gomlu