Nógv at vinna við hitapumpum

Minni dálking, lægri oljunýtsla og eitt sanfelag, sum er minni tengt at olju. Tað eru millum fyrimunirnir við hitapumpum. Vansin er, at íløgan tekur tíð at vinna aftur

 

 

Jarðfeingi hevur støðugt gjørt mátingar við hitapumpum seinnu árini. Hetta tí tað verður mett sum ein møguleiki at gera orkunýtsluna i Føroyum grønari.

 

Hitapumpur kunnu við hjálp av elorku flyta hitaorku frá einum kaldari umhvørvi til eitt heitari umhvørvi – til dømis frá útiluft, loddrøttum boriholi ella sjógvi – til heitt vatn ella heita luft í einum húsum. Nyttustigið í hitapumpuni (sokallað COP) er eitt tal, sum sigur, hvussu væl pumpan megnar at flyta hitaorku frá kaldari til heitari stað. Er nyttustigið til dømis 4, merkir tað, at hvørja ferð hitapumpan brúkar 1 kWh av elorku, framleiðir hon 4 kWh av hitaorku. 

Jarðfeingi hevur seinastu 6 árini mátað orkurenslið í bygningum við ymiskum uppsetingum av hitapumpum, og hevur tí nakað av vitan um, hvussu tær roynast, bæði tekniskt og økonomiskt. 

Sum heild skrivar Jarðfeingi, at royndirnar í Føroyum hava verið góðar. - Yvirskipað kann sigast, at jarðhitaskipanir, sjógvhitaskipanir og inniparturin av luft/vatn hitaskipanum halda í 20-30 ár við møguligum skifti av kompressara og pumpum í tíðarskeiðinum, skrivar jarðfeingi.

 

Ein støðugur spurningur er afturgjaldstíðin fyri meiríløguna, sum ein slíka hitaskipan kostar. Meiríløgan er størst fyri jarðhitaskipanir og sjógvhitaskipanir og væl minni fyri luft/vatn hitaskipan.

 

 

Her skrivar Jarðfeingi at jarðhita- og sjógvhitaskipanir hava afturgjaldstíðir millum 10 og 15 ár.

Føroyskir bústaðir eru fyri tað mesta sethús á lutfalsliga stórum grundøkjum og nógvir stórir bygningar standa tætt við sjógv. Tað liggur tí serstakliga væl fyri at leggja upphiting um til jarðhita ella sjógvhita. Veðurlagið við støðugum ikki ov lágum og ikki ov høgum hitastigi gjøgnum alt árið egnar seg eisini væl til luft/luft og luft/vatn hitapumpur.

 

Ein íløga í hitapumpuskipanir til upphiting, sum fyri ein stóran part brúka “føroyskt” el frá vindi og vatni, er skilagóð fyri einstaka brúkaran, og ikki minni skilagóð fyri landsbúskapin, skrivar Jarðfeingi.