Tað er stórur áhugi fyri at sleppa at geva nýggja Vinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn, navn.
Tað er ikki longri síðani enn hósdagin, at Býráðið heitti á almenningin um at senda inn uppskot um nýtt navn til Vinnuhúsið, sum er húsið hjá gomlu Saltsøluni í Havn.
Og nú skrivar Býráðið, at tey hava longu fingið 149 uppskot sendandi.
Býráðið sigur, at nógv av uppskotinum eru góð og beinrakin.
Nú verður so hugt at øllum uppskotunum, og síðani verður nýggja navnið avdúkað.
Húsið skal gerast til Vinnuhús og tað er eitt arbeiðið, Kommunan stendur fyri, í tøttum samstarvi við vinnulívið.
Húsið skal hýsa fyritøkum, ið hava eitthvørt við sjógvin at gera.
Tá ið húsið er liðugt, verður tað slakar 2.600 fermetrar tórt og har verður pláss fyri næstan 300 fólkum.
Ætlanin við húsinum er, at tað skal brúkast til oljuvinnu, frálandavinnu, havtøkni, marknaðarførslu, havkanningar, reiðaravirksemi, lívtøkni, ráðgevaravirksemi, aling og gransking, KT-menning til sjóvinnu, íverksetin og skeiðsvirksemi og til at virðisøkja fiskavørur.










