Nøkur ringja til løgregluna og biðja um hjálp

- Jólini kunnu gera onkrar kenslur og upplivingar sterkari, serliga um upplivingarnar av eini ella aðrari orsøk eru keðiligar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Desember er ein serlig tíð – fyri fleiri og helst tey flestu ein góð og hugnalig tíð, men fyri nøkur kann hetta vera tyngsta og truplasta tíðin av árinum. 

Tað er ikki so sjáldan, at fólk ringa á løgreglustøðina og kæra sína neyð í tí støðu, tey eru í. Onkur biðir um hjálp, tí tey hava sálarligar trupulleikar. 

- Kanska er alkohol uppi í, og tey siga seg ikki orka meira.

Tað segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun, og hann vísti á, at slíkir trupulleikar ikki eru minni, tá jólini nærkast.

- Jólini kunnu gera onkrar kenslur og upplivingar sterkari, serliga um upplivingarnar av eini ella aðrari orsøk eru keðiligar.

Vaktleiðarin segði, at tá fólk soleiðis ringja á støðina, verður lurtað eftir teimum, og spurt verður, hvat tey sjálvi ynskja.

- Tá fólk í slíkari støðu venda sær til okkara, royna vit eisini at skipa so fyri, at tey – um tey ynskja tað – koma í samband við sjúkrahúsgeiran.

Vaktleiðarin legði aftrat, at tað eru ikki øll, sum kenna mannagongdina fyri, hvussu tey kunnu biðja um hjálp, um tað er hjálp teimum tørvar.