Franski fysikarin Albert Fert og týski fysikarin Peter Grünberg vinna ársins Nobelheiðursløn í fysik fyri teirra slóbrótandi gransking í nanotøkni. Fransk - týska parið hevur mennt eina tøkni - ein sokallaðan gigantiskan magnetoresistans - sum var grundarlagið fyri, at støddin á harddiskum er vorðin nógvar ferðir minni tey seinastu árini.
Sagt verður at teirra arbeiðið er eitt av grunnleggjandi gjøgnumbrotunum innan nýggja teldutøkni.
Í grundgevingini hjá Nobel nevndini verður sagt, at uttan teirra gransking og menning var eingin iPod og MP3 vinna.