Noah og Gullbrandur vunnu seg víðari í steypakappingini

Bryne og Sandnes ULF eru millum 16 tey seinastu liðini í norsku steypakappingini

Liðini hjá Noah Mneney og Gullbrandi Øregaard vunnu seg í dag víðari til áttandapartsfinalurnar í norsku steypakappingini.

 

Gullbrandur var á vøllinum allan dystin tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF, ið spælir í næstbestu deildini á heimavølli vunnu málríkan sigur á gamla liðnum hjá Gilla Rólantssyni, Odd sum spælir í bestu deildini. 

 

Málríki dysturin endaði við 5-4 sigri til Sandnes ULF. 

 

Í steðginum var Sandnes á odda 3-2, og í seinna hálvleik øktu teir til bæði 4-2 og til 5-3.

 

Noah var eisini á vøllinum allan dystin hjá Bryne á útivølli móti Arendal úr triðbestu deildini. 

 

Tað eydnaðist Bryne at vinna 1-0. Sjur Torgersen Jonassen skoraði sigursmálið longu í 12. minutti.

 

Sostatt vera trý føroyingalið at finna í áttandapartsfinalunum, Bryne, Sandnes og Fredrikstad.