Liðið hjá Hanusi vann fimta sigurin á rað

Soltið var við spælitíð til Hanus Sørensen í dag

Liðið hjá Hanusi Sørensen, NK Celje vann í dag fimta dystin á rað í bestu slovensku fótbóltsdeildini.

 

Í dag vann Celje á útivølli 3-1 á Radomlje. Radomlje var á odda 1-0 í steðginum, men í seinna hálvleiki vendi Celje øllum á høvdið, og við trimum málum tryggjaðu teir sær sigurin.

 

Hanus kom tíverri ikki á vøllin fyrrenn klokkan vísti 88 minuttir, og tá var støðan 3-1 til Celje.