Fyrireikararnir av við Brúnna hava í ár valt at hava eitt heilt serligt tónleikatilboð tann 11. juli. Talan er um ein forkunnuga konsert við navnframum sangara, á einum heilt serligum parti av økinum, har tað bert er pláss fyri fáum áhoyrarum.
Fyriskipararnir upplýsa ikki hvør sangarin er og hvar sjálv konsertin verður. Tað einasta, sum verður upplýst er, at konsertin verður í einum heilt serligum umhvørvi, við einum av føroya allar størstu sangarum. Tað er ein partur av upplivingini at áhoyrararnir ikki vita hvør sangarin er fyrrenn tey koma til tiltakið.
Fyrireikararnir hava valt at kalla hetta tiltakið Njørður. Njørður var norrønur gudur av vanaætt, sum búði í Nóatúni. Hann ráddi fyri vindi og veðri, sjógvi og eldi. Enn á okkara døgum verður tikið til at “nú øtlar hann vindin”. Tá er tað Njørður sum øtlar vindin. Njørðurtiltakið verður stuðlað av njord.fo.
Vilt ein hava eina heilt serliga uppliving á tónleikatiltakinum við Brúnna, skal ein, umframt at ogna tær eitt atgongumerki til við Brúnna, skunda sær at fáa fatur á atgongumerki til Njørðurtiltakið.Sera avmarkað atgongd. Atgongumerkini fáast á heimasíðuni vidbrunna.fo.










