Nina Bjørk í kjóla av vatni

Lat tað vera sagt beinanvegin, at henda fløgan er serstøk á mangan hátt. Bólkurin er danskur/norskur, sangarinnan íslendsk og plátufelagið føroyskt og tónleikurin líkist tí, ið verður nevnt "world music", men rættast er helst at kalla hetta serstakan fólkatónleik, tí tað er í gundini tað hetta er; góður og egin fólkatónleikur

Tutl hevur givið út fløguna við Ninu Bjørk Elíasson og bólkinum Klakki. Manningin í bólkinum er donsk/norsk og sangarinnan er íslendska Nina Bjørk, ið býr í Danmark. Men plátufelagið er Tutl og hevur bústað í Føroyum.

Hóast Tutl ikki er stórt plátufelag, so røkkur tað víða. Tá Klakki seinast gav út, varð plátan (Sortner du sky) ummæld í nærum øllum avísum og bløðum, sum "hava nakað uppá seg". Og ummælini vóru góð. T.d. skrivaði Jyllandsposten tá, at fløgan kravdi tíð, men tað lønaði seg at bíða. Politiken segði, at tónleikurin var ringur at seta frámerki á, men sera spennandi og hugtakandi. Morgunblaðið útnevndi fløguna til ársins fløgu.

Mangt kann sigast um hesa fløgu, men tó eru orðini so ring at finna. Fløgan er ring at oyramerkja, tí hon er á mangan hátt serstøk. Men góð og hugtakandi.


Í kjóla av vatni.

Nýggja fløgan hjá Ninu Bjørk og Klakki kallast "Í kjól úr vatni". Og ongum nýtist at ivast í, hvat hetta merkir, tí í tekstheftinum eru tekstirnir, umframt á íslendskum, eisini á donskum og enskum.

Og tað er heldur sjáldan, at tónleikur av hesum slag fær so nógva og góða umtalu, tí hetta er egin tónleikur. Skal ein sammeta við føroyskar fløgur og tónleikarar, so er hetta onkustaðni millum Anniku Hoydal og Enekk. Men við tí fyrivarni, at eingin føroysk fløga er júst á somu leið, sum Í kjól úr vatni.

Tónleikararnir á fløguni eru Hasse Poulsen, guitar (danskari), Martin Bregnhöi, percussion (danskari), Olav Gudnason, kontrabass (dankari/íslendari). Gestir á fløguni eru Iver Kleive, kirkjuorgu (danskari) og Thomas Sandbjerg, percussion og vibrafon (danskari). Hasse, Nina Bjørk og Martin hava skrivað løgini.

Tónleikurin tekur støði í nýmótans íslendskum skaldskapi.


Ein spennandi fløga frá Tutl.

Tann snøggi húsin er innbjóðandi. Sara Itkin (ið vann designkapping við Kulturby 98, Stockholm) hevur gjørt húsan saman við forgafinum/grafikaranum Sigrún Gudbrandsdóttir.

Í allar mátar ein flott fløga.

Talan er ikki um íslendsku Bjørk, sum øll kenna, men um Ninu Bjørk, sum "Í kjóla av vatni" er líka sermerkt og áhugaverd.