Niklas Simonsen og Tønder vunnu rættin til uppflytingardystir

Niklas Simonsen og liðfelagarnir í Tønder vunnu annan dystin á rað móti Team Sydhavsøerne, og skulu nú spæla uppflytingardystir

Føroyski hondbóltslandsliðsmálverjin, Niklas Simonsen og liðfelagarnir í Tønder hava vunnið rættin til at spæla móti antin Lemvig ella Kolding um rættin at spæla í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Tønder vann í dag 29-28 á Team Sydhavsøerne á útivølli í Maribo. Í steðginum var Tønder á odda 17-12. Tað stóð á gomlum nøglum móti dystarenda, men Tønder reið stormin av. Tønder vann fyrra dystin móti Team Sydhavsøerne á heimavølli 28-25, og eru tí klárir at spæla uppflytingardystir móti antin Lemvig ella Kolding. Spælt verður best av trimum dystum.

 

Uppflytingardystirnir verða spældir 11. og 15. mai. Er neyðugt við tí triðja uppflytingardystinum, so verður hesin spældur 18. mai.