Ikki færri enn 353 luttakarar skulu um vikuskiftið kappast um Norðurlanda meistaraheitið í judo.
Tilsamans koma hesi at kappast í 43 ymiskum bólkum. Luttakararnir eru býttir upp eftir aldri, kyni og vekt.
Aldursbólkarnir eru: undir 18 ár, undir 21 ár, senior og veteranar.
Føroyar hava 9 luttakarar við í kappingini, Ísland 24, Noreg 28, Danmark 38, Svøríki 115 og vertslandið Finnland hevur 139 luttakarar við.
Føroysku luttakararnir eru: Undir 18 ár: Rebekka á Rógvi Johnsdóttir (G -57 kg.), Torkil Jógvansson (D -50 kg.), Bárður Hentze Lenvig (D -55 kg.), Regin á Rógvi (D -66 kg.), Senior: Nicolaj Skoubo og Andrias Sumberg (M -73 kg.), Sigmundur Johansen (M -81 kg.) og Petur Sigurð Johannesen (M -100 kg.), Veteranar: Zvonko Mrdalo (VM -100 kg.).
Ung undir 18 ár og veteranar kappast leygardagin, meðan hini kappast sunnudagin.