Tann 23. november fór nigeriski forsetin, Yar ´ Adue, úr Nigeria. Sagt varð, at hann skuldi hava læknaviðgerð uttanlands, og gitt varð, at hann fór til Suðurafrika. Men síðani hevur eingin í Nigeria frætt frá forsetanum.
Nú krevja politikarar og aðrir leiðandi persónar í landinum at fáa prógv fyri, at forsetin er á lívi, og at hann framvegis er førur fyri at stýra landinum, skrivar Reuters.
Politiskir eygleiðarar siga, at málið hevur elvt til undran og iva, og at tað kann vera óheppið í einum so stórum landi sum Nigeria, sum eisini er eitt av teimum stóru oljulondunum.










