Forseta- og parlamentsvalið, ið skuldi vera í Nigeria í dag, er útsett í eina viku. Tað er nigerianska valnevndin, INEC, ið tók avgerðina einans fimm tímar áðrenn valhølini skuldu lata upp í afrikanska landinum. Tað skrivar fleiri altjóða miðlar, harímillum Ritzau tíðindastovan og BBC.
- Tað er ikki gjørligt at halda fram við valinum sum ætlað, sigur formaðurin í valnevndini, Mahmood Yakubu, sambært BBC, og upplýsti hann, at avgerðin er tikin, tí nevndin ikki kundi tryggja eitt rættvíst og frítt val.
Orsøkin til avgerðina eru trupulleikar við at fáa valtilfar út til valhølini kring landið. Tað er tó óvist, um talan er um atkvøðuseðlar ella annað tilfar í hesum sambandi, men seinastu vikurnar av valstríðnum hava verið merktar av nógvum ófriði og harðskapi.
Í staðin mugu borgarar nú bíða til 23. februar áðrenn teir sleppa at velja millum tey 73 valevnini, ið stilla upp. Valið verður tó mett at vera eitt stríð millum 76 ára gamli forsetan Muhammadu Buhari, og 72 ára gamli fyrrverandi varaforsetan Atiku Abubakar.
Hetta er ikki fyrstu ferð at eitt val verður útsett í afrikanska landinum. Bæði í 2011 og 2015 varð valdagurin útsettur í fleiri dagar.