Leiðarin í Brexitflokkinum, Nigel Farage, sigur, at hann ikki stillar upp til bretska tjóðartingvalið 12. desember.
Hann hevur heitt á teir flokkar, sum vilja hava bretar úr ES, til at ganga saman í eina samgongu, sum kann fremja ætlanina.
Í eini valrøðu fríggjadagin segði hann, at Boris Johnson, forsætisráðharri, skal sleppa brexitavtaluni í fara í samgongu við Brexitflokkin í valstríðnum. Hesum hevur Boris Johnson tó afturvíst.
– Brexitflokkurin er tann einasta flokkurin, sum í veruleikanum umboðar brexit, segði Farage, sum svór at geva bæði teimum konservativu og Labour skarpan gang í øllum valdømum í Onglandi, Skotlandi og Waes.
Higartil hava gitingar verið um, at flokkurin bara fór at stilla upp í valdømum, har andstøðuflokkurin Labour stóð sterkur, og har nógv brexitviðhaldsfólk eru.
/ritzau/Reuters