Niels, Holgar og Ólavur í Vestmanna

Nýggi jólasangurin hjá Holgari Jacobsen - Jólasangur til hina fjøldina - verður eisini at hoyra.

Hóskvøldið 1. desember klokkan 20 verður hugnalig konsert  í Vektarbúðini í Vestmanna við teimum trimum, Niels Midjord, Holgari Jacobsen og Ólavi Højgaard.

 

Teir fara at framføra egin løg og tøkuløg. Eisini verður nýggi føroyski jólasangurin hjá Holgari Jacobsen at hoyra. Sangurin eitur "Jólasangur til hina fjøldina".

 

Í steðginum fáa áhoyrararnir høvi at heilsa upp á teir tríggjar og at keypa fløgur. Eisini ber til at keypa sær ein drekkamunn í íbúðini, eins og Krambúðin eisini verður opin.

 

Neyvari kunning um tiltakið kann lesast á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu - www.vestmanna.fo