Føroyskan løgreglan skal hava ein nýggja leiðara. Tað er greitt eftir, at ovasti leiðarin fyri føroysku løgregluni Niels Erik Nymark Jensen, chefspolitiinspektørur, hevur boðað frá, at hann gevst 1. august, tí hann hevur fingið boðið nýtt starv.
- Eg havi fingið boðið eitt nýtt starv uttanfyri løgregluna. Tað er í Miljø- og fødevarsstyrelsen í Danmark, har eg skal vera eindarleiðari, sigur Niels Erik Nymark Jensen.
Niels Erik Nymark Jensen tók við starvinum sum chefpolitiinspektør í Føroyum í februar 2015 eftir Peter Thaysen, ið legði frá sær eftir fimm ár í starvinum. Niels Erik Nymark Jensen varð áramálsettur í tvey og eitt hálvt ár, men fer nú úr starvi hálvt ár áðrenn tíð.
Les eisini: Politið í Føroyum fingið nýggjan chefpolitiinspektør
Niels Erik Nymark Jensen hevur verið politistur síðani 1986 og hevur nógvar leiðsluroyndir ymsastaðni í løgregluni, men hevur nú fingið farloyvi frá løgregluni fyri at taka við nýggja starvinum.