Nicolai Mohr Balle nýggjur deildarstjóri

Gjaldstovan hevur sett Nicolai Mohr Balle í starv sum deildarstjóri í KT-fyrisitingini á Gjaldstovuni. Hann tekur við 1. mai

Nicolai Mohr Balle er útbúgvin Cand. merc-dat frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hann kemur úr starvi sum KT-leiðari í Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum, og undan tí hevur hann verið í starvi á KT-fyritøkuni Sam-teld. Nicolai Mohr Balle er 38 ára gamal.

KT-fyrisitingin er nýtt virkisøki hjá landinum, sum skal samskipa KT hjá ráðunum og almennum stovnum, so tað almenna fær munadyggar loysnir.

Nýggja KT-fyrisitingin skal arbeiða strategiskt og á høgum fakligum stigi.

Landsnet, sum hevur staðið fyri almenna KT-undirstøðukervinum, er flutt Gjaldstovuni at umsita og verður partur av nýggju KT-fyrisitingini.

Ábyrgdarøkini hjá KT-fyrisitingini eru í høvuðsheitum at skipa og varða av felags KT-undirstøðukervinum (Landsnet). KT-fyrisitingin skal eisini standa fyri felags KT-loysnum og taka sær av yvirskipaðu atlitunum millum stovnarnar.

KT-fyrisitingin skal byggja upp førleikar um KT-verkætlanarleiðslu, KT-sáttmálar, lisensavtalur og rakstraravtalur. Hon skal eisini stuðla og ráðgeva serliga smáu stovnunum, tá ið ræður um KT.