Niðurstøðan hjá Strandferðsluni greið: Ein katamaranur er óbrúkiligur til suðuroyarsigling

?Ein Katamaranur hevði verið noyddur at avlýst 10% av ferðunum ímillum Suðuroynna og Havnina og tað er ov nógv, tá ið hugsað verður um, at júst hetta ferðasambandið er lívæðrin hjá Suðuroyingum

? Ein katamaranur kann ikki brúkast til suðuroyarsiglingina ístaðin fyri Smyril.

Hetta var tann greiða niðurstøðan hjá Strandferðsluni á almenna fundinum í Suðuroynni leygardagin.

Sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár, boðaði Strandferðslan leygardagin almenninginum í Suðuroynni til fundar at greiða teimum frá ætlanini at byggja nýggjan Smyril.

Nú fyrireikingarnar at byggja nýtt Suðuroyarskip eru byrjaðar av álvara, eru tað nógv, sum hava heitt á Strandferðsluna um at kanna møguleikarnar fyri at úvega ein katamaran at seta í siglingina ístaðin fyri eitt vanligt skip.

Katamaranar sigla ómetaliga skjótt, og verður ein slíkur settur í rutu ímillum Suðuroynna og Havnina, hevði hvør ferðin ikki tikið meiri enn 45 minuttir.

Víst hevur eisini verið á, at verður ein katamaranur útvegaður, kann skotlandssiglingin sum einki knýtast upp í suðuroyarsiglingina.


Hava kannað tveir katamaranar

Nú nýggjur Smyril verður fyrireikaður, hevur Strandferðslan eisini kannað møguleikarnar at fáa ein katamaran at røkja siglingina.

Men niðurstøðan er púra greið. Tað er ikki tann rætta loysnin.

Magnus Magnusen, tekniskur stjóri á Stranferðsluni, upplýsti á kunnandi fundinum í Suðuroy um nýggja Smyril, at tveir katamaranar vórðu kannaðir.

Talan var í fyrra lagi um Mai Mols, sum siglur ímillum Ebeltoft og Sjællands Odde og í øðrum lagi er talan um tann nógv størri Stena Voyager, sum siglur í Írska Havinum.

Mai Mols tekur 450 ferðafólk og 120 bilar, men bara persónbilar.

Hon er 76 metrar long og 23,4 metrar breið, hon siglur 43 míl, hevur 33.000 hestakreftir og brúkar hálva aðru ferð so nógva olju sum Smyril um teinin ímillum Havnina og Suðuroynna. Ein katamaranur, sum Mai Mols kostar um 250 milliónir.

Men tá er heilt annað krút í Stena Voyager.

Tí hon tekur 1.500 ferðafólk, 375 bilar, eisini lastbilar og treylarar.

Hon er 126 metrar long og 40 metrar breið, tvs, at hon er næstan líka breið, sum sandoyarferjan er long.

Hon hevur heilar 100.000 hestakreftir og teir geva henni eina arbeiðsferð uppá 40 míl.

Men hann brúkar eisini fimm ferðir so nógva olju sum Smyril á teininum ímillum Havnina og Suðuroynna.

Og so kostar hon ikki minni enn eina heila milliard.


Kann ikki brúkast

Strandferðslan er komin til ta niðurstøðu, at tað er ikki ráðiligt at velja eina slíka loysn á suðuroyarsiglingini.

Og tað er heilt einfalt tí, at tað er einki álit í einum slíkum, báti.

Magnus Magnussen segði, at Strandferðslan hevði spurt seg fyri hjá teimum feløgum, sum hava katamaranar.

Og frá feløgunum, sum hava hesar báðar katamaranarnar, hevur hon fingið upplýst, at teir eru frálíkir til at flyta nógv fólk úr einum stað í annað.

? Men tað ber altso ikki til at gera ein katamaran til álitið á farleiðini ímillum Havnina og Suðuroynna, tí teir kunnu ikki sigla í øllum veðri og noyðast sostatt ofta at avlýsa ferðir, tí at aldan verður ov høg.

?Frá Norsk Veritas, sum klassar 80% av øllum katamaranum, hava vit fingið upplýst at tá ið tann ?significanta? aldan fer upp um 5,5 metur, mugu teir gevast at sigla.

Tann ?significanta? aldan er miðalhæddin á tí størsta triðinginum av aldunum.

Tvs, at tað kunnu vera nógvar aldur, sum eru væl størri enn teir 5,5 metrarnar, tí summar aldur kunnu bæði verða 10-12 metrar, hóast miðalstøddin á tí størsta triðinginum er 5,5 metrar.

Í hesum sambandi upplýsti tekniski leiðarin á Strandferðsluni, at tann størsta aldan, sum er máld eystanfyri, var heilar 28 metrar. Hann segði, at hetta merkti í veruleikanum, at ein katamaranur hevði avlýst 10% av ferðunum ímillum Suðuroynna og Havnina.

Tí aldumátingarnar í Føroyum vísa, at 10% av tíðini er tann ?significanta? aldan størri enn 5,5 metrar.

? Tað merkti, at tá ið hann kom at liggja stillur meiri enn ein mánaða um árið.

? Og tá ið hann hevði siglt í 10 ár, hevði hann í veruleikanum ligið eitt heilt ár.

Tí helt Magnus Magnusen ikki, at ein katamaranur kundi setast í suðuroyarsiglingina.

?Sambandið til meginøkið er lívæðrin hjá Suðuroyingum og tí er tað neyðugt við einum skipi, sum er meiri álitandi enn so.

Tí mælti Strandferðslan til at útvega eitt vanligt skip til suðuroyarsiglingina.

? Um so ein katamaranur kann útvegast seinni, sum eitt ískoyti til tað vanliga skipið, fyri at fáa túratalið upp, er ein heilt onnur søga, legði hann afturat.

Á fundinum var tað eisini upplýst, at síðani Smyril varð keyptur í 1975, hevði hann ongantíð avlýst siglingina ein heilan dag fyri vegur, so vítt teir mintist.

? Hann hevði avlýst onkran hendinga túr, men hann hevði ongantíð ligið ein heilan dag fyri veður.


Sleppa ikki av við fisk

Heri Hjelm, alari í Suðuroynni, var ikki ordiliga við uppá hetta.

Hann vísti á, at katamaranur siglur um Atlantshav.

Hann spurdi um Strandferðslan var greið yvir, at í løtuni bar ikki til hjá suðuroyingum at sleppa av við feskan fisk á marknaðinum í Evropa.

? Í løtuni hava vit slett ikki somu møguleikar, sum teir, vit kappast ímóti.

? Lívæðrin hjá Suðuroyingum er tí ikki ferðasambandið til Havnar. Lívæðrin er møguleikarnir at virka fisk meiri og at sleppa av við feskan fisk, segði hann.

? Nógv verður tosað um at virka fisk meiri. Men tað er ongin møguleiki til tað, so leingi tað ikki ber til at fáa hann fram á marknaðin niðri í Evropa nóg feskan.

? Verður eitt skip útvegað, sum siglur nóg skjótt, kann tað eisini sigla uttanlands, eitt nú um næturnar, uttan at nerva suðuroyarsiglingina, segði Heri Hjelm