Niðurleggið smáu skúlarnar

- Tú kanst ikki spesialisera teg í at læra sjey árgangir at lesa og skriva. Tað heldur Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri í Leirvík. Hann saknar saklig og faklig argument í kjakinum um fólkaskúlan, og heldur harumframt, at vit áttu at tikið enska skúlabygnaðin til okkum

- Størsta forsømilsið við fólkaskúlanum er, at tað ikki langtsíðan eru kanningar settar í verk, sum kanna fakliga grundstøðið hjá tí einkulta næminginum. Tað átti at verið gjørt fyri nógvum árum síðani, soleiðs at vit í dag kundi sitið og hugt eftir, hvat kanningarnar vísa. Tú má út at kanna, hvussu fakliga grundstøðið er hjá næmingunum í øllum Føroyum er, áðrenn tú tekur diskussiónina upp, fyri at fáa eitt sakligt kjak. Tað heldur Fríðfinnur Johnsson, sum er skúlastjóri í Leirvíkar Skúla.

Kjakið um fólkaskúlan er kyknað aftur, og meiningarnar eru eins nógvar, og tað eru fólk. Fríðfinnur Johnsson saknar tó sakligu argumentini í kjakinum.

- Nógv av argumentunum, sum eru at hoyra fyri at varðveita smáu bygdaskúlarnar, er tað reina nostalgi, sum ikki hevur nakað fakligt grundarlag, sigur Fríðfinnur Johnsson.

- Tað er líkamikið, hvar skúlin liggur. Tú tosar um, at fer skúlin úr bygdini, so doyr bygdarlívið. Meðan barnið er í skúla, skal innihaldið í skúlanum vera gott, og tá barnið fær frí úr skúlanum, er tað at bygdarlívið traðkar til. Eisini verður tosað um, hvussu flott umhvørvið uttanfyri bygdaskúlarnar er. Um ein næmingur situr í Leirvík, og sær hesa síðuna av fjallinum, ella um hann situr í Gøtu og sær hina síðuna av fjallinum, ger skúlan hvørki betri ella verri. Vit mugu taka eina diskussión um, hvat er gott fyri barnið, staðfestir Fríðfinnur Johnsson.


Kanna førleikarnar hjá barninum

Ein av fortreytunum fyri at fáa eitt sakligt og fakligt kjak um fólkaskúlan og um smáar ella ikki smáar skúlar er, sambært Fríðfinni, at tú kannar grundleggjandi førleikarnar hjá næmingunum í øllum landinum.

Sjálvur heldur hann, at ein kanning sum Landsroyndin, ið er ætlað sum amboð og ítøkiligt grundarlag hjá myndugleikum, skúlum og foreldrum at fylgja við og meta um fakliga støðið í teirra egna skúla, umframt at kunna viðgera úrslitið í mun til fakliga støðið í øðrum skúlum í landinum, átti at verið gjørd fyri næmingarnar heilt niður í fyrstu flokkarnar, tí longu tá eru ábendingar um, hvussu næmingurin er fyri fakliga.

- Tú svíkir børnini, um tú ikki ger eina sakliga og fakliga eftirmeting, sum foreldur, skúli og samfelag kunnu brúka til nakað. Tað er simpult og kann gerast skjótt. Tú kannar næmingin eftir standardiseraðum normum, um hann, í basis, dugir tað, hann skal, so sum at lesa, skriva og rokna, greiður Fríðfinnur Johnsson frá.

Hann greiðir víðari frá, at tá tú so kannar børnini kring alt landið, kanst tú samstundis síggja, hvussu frálæran er í ymisku støðunum, og harfrá gera av, hvat er best fyri næmingin.

- Tá kanst tú eisini síggja, um næmingarnir eru betri ella verri fyri í smáum ella stórum skúlum og smáum og stórum flokkum. Man má gera eina kanning og hava definitiónir fyri, hvat næmingurin skal duga tá og tá í skúlasysteminum, sigur Fríðfinnur Johnsson.


Enska skúlaskipanin góð fyrimynd

Sjálvur er Fríðfinnur Johnsson heitur forsprákari fyri, at vit grundleggjandi broyta okkara skúlaskipan, og taka eina skúlaskipan til okkum, sum líkist meira tí bretska. Har er fólkaskúlin býttur í fleiri sjálvstøðugar eindir. Fríðfinnur Johnsson kundi hugsa sær eina líknandi skipan her, fyrst við grundskúla, við 1.flokk til 3.flokki, síðani ein millumskúla við flokkunum frá 4.- og til 7.flokk, og at enda framhaldsdeildini, sum hon er í dag.

- Tú kanst ikki spesialisera teg í at læra sjey árgangir at lesa og skriva. Tað letur seg ikki gera. Tað er eisini tungt hjá smáu skúlunum at liva upp til fakligu krøvini í allari heildini, tí tað eru ikki lærarar til tað, og ein lærari megnar ikki alt. Tí skal tú heldur hava eina slíka skipan, har tú kanst spesialisera teg við at læra børnini grundleggjandi at lesa, skriva og rokna, sigur Fríðfinnur Johnsson. Hann heldur eisini, at størri skúlin er, betri eru møguleikarnir fyri at fakligu førleikarnir eru í lagi til øll fakini, og soleiðs fær næmingurin mest burturúr.


Niðurleggið smáu skúlarnar

Fríðfinnur Johnsson heldur tað vera burturvið, at tá kommunurnar eru lagdar saman, at skúlarnir ikki eisini eru tað. Hann heldur ongar sosialar fyrimunir vera við smáum flokkum.

- Danskar kanningar vísa, at fer flokkurin undir 15 næmingar, er vandin fyri at tann einstaki næmingurin ikki finnur ein, sum hann ordiliga »klikkar« við nógv størri. Tekur tú til dømis her í Leirvík, so hava vit eina gentu í fyrsta flokki. Skal hon so ganga sjey ár í skúla, áðrenn hon kemur í flokk við eini aðrari gentu? Løgdu vit tildømis fyrstu flokkarnar í Gøtu og Leirvíkar skúla, vóru sjey gentir, og tað er absolutt ein sosialur fyrimunur við størri flokkum, sigur Fríðfinnur Johnsson.

Eisini fýlist hann á, at nógvu smáu skúlarnir, har tað er gott at koyra ímillum, ikki langtsíðan eru samanlagdir.

- Sjálvandi má tú hava ein skúla í Fugloy, og í Svínoy, fyri at taka nøkur dømi. Men hyggur tú eftir Kunoy, so hevur tú brúkt næstan 30 milliónir uppá at byggja ein tunnil, meðan tú als ikki nýtir hann. Tú hevur ein skúla í Kunoy og ein í Haraldssundi, við ávíkavist seks og fýra næmingum. Hví skal tú brúka tveir lærarar til 10 næmingar, meðan tú í Havn skal hava 26 næmingar fyri yvirhøvir at fáa ein flokk, spyr Fríðfinnur Johnsson undrandi.

Hann heldur eisini at tað er fyrimunur fyri lærararnar, um teir sleppa undan at skula undirvísa sjey árgangum í fleiri fakum samstundis.

- Lærarar, sum skulu undirvísa í fleiri lærugreinum, hava ongan møguleika fyri veruliga at førleikamenna seg víðari, staðfestir Fríðfinnur Johnsson.