Hondbóltur
Tað skrivar HSF á heimasíðu sínari.
Síðani tað tíðliga hetta kappingarárið stóð greitt, at Team Klaksvík er ávegis móti Atlantic Airways-deildini, hevur verið kjakast, um tað er rætt ella ikki at lið flyta niður. Hetta tí talið av hondbóltsfeløgum er somikið avmarkað, at tað verur sera tungt hjá liðnum, sum flytur eina deild niður, at koma fyri seg aftur.
Spurningurin varð viðgjørdur á starvsnevndarfundi í gjár, og her var semja um, at málið ikki verður viðgjørt fyrr enn eftir landskappingina.










