Niðurbrótandi at frysta pensjónina

PENSJÓNSHÆKKING Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við ætlanini hjá Rósu Samuelsen um at strika automatisku hækkingina í pensjónini

- Ætlanin hjá Rósu Samuelsen at avtaka skipanina, har almannaveitingar hækka automatiskt hvørt ár, er niðurbrótandi og beinleiðis harðrent.
Tað heldur Hans Pauli Strøm, talsmaður hjá Javnaðarflokkinum í eldramálum.
Sum støðan er nú, hækka almannaveitingar automatiskt hvørt ár fyri at leggja upp fyri príshækkingum.
Men nú ætlar Rósa Samuelsen at avtaka hesa automatisku framskrivingina fyri at spara 12 milliónir krónur.

Brýtur niður
Hans Pauli Strøm sigur, at hetta er at bróta pensjónsskipanina niður og hetta er eisini at bróta niður álitið ímillum politisku skipanina og borgararnar.
- Tað minnir meiri um eitt revistiltak enn um eitt uppbygjandi tiltak.
Hann sigur, at hetta er eisini í mótstríð við ætlanina í komandi pensjónsreforminum.
Sostatt ger hann nú púra greitt, at hetta er ikki ein ætlan, sum Javnaðarflokkurin kann taka undir við.
Í staðin fyri at avtaka alla hækkingina í bæði fólka- og fyritíðarpensjonistum, eiga vit at seta eina nýggja javningarskipan í gildi, sum tryggjar, at pensjónirnar bæði fylgja við broytingunum í sáttmálalønunum og við prístalinum, sigur talsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum.
Hann sigur, at hetta kann gerast soleiðis, at fyri hvørt ár verður eitt javningartal roknað út, sum er eitt miðaltal av lønar- og prísvøkstrinum árið fyri.
- Sum nú er, verður bara viðbótin í fólkapensjónini hækkað 3%. Grundupphæddin, sum er tann størri parturin av fólkapensjónini, verður als ikki rørd. Hetta merkir, at tilsamans verður fólkapensjónin bara hækkað eini 1,25%.
Hjá fyritíðarpensjonistum verður øll pensjónin hækkað 3%.

Fylgja gongdini
Hann hevur eisini gjørt eitt roknistykki, sum vísir, hvussu pensjónirnar høvdu hækkað í ár, hevði hansara uppskot verðið sett í verk, tvs. um pensjónirnar høvdu verið hækkaðar eftir einum miðaltali av lønarhækkingini og prístalinum í 2009?
- Hækkingin av lønarsáttmálunum er 3%. Samstundis lækkaði prístalið úr 116,7 í 2008, niður í 115,5 í 2009, ella 1,0%.
- Miðaltalið av lønarhækkingini og broytingini í prístalinum hevði sostatt verið miðaltalið av 3% og -1%. Eftir hesum gøvdu pensjónirnar í ár hækkað 1%.
Hann hevur eisini mett um, hvussu hækkingarnar høvdu verið næsta eftir hesum leisti.
- Taka vit sáttmálan á privata arbeiðsmarknaðinum sum dømi, so fingu tey eina hækking uppá 3,8% tilsamans hesi næstu tvey árini. Tað er 1,9% m árið.
Taka vit prístalið, kenna vit higartil bert 1. ársfjórðing í 2010, men samanbera vit við 1. ársfj. Í 2009, er tað fallið úr 116,1 niður í 115,2, ella 0,8%.
- Eitt miðaltal av broytingini í lønarsáttmálum og prístalinum hevði tí verið 0,55%. Høvdu vit eitt annað ár havt ein lønarvøkstur uppá 2% og prístalsvøkstur uppá 3%, høvdu pensjónirnar verðið hækkaðar við einum miðaltali av tí, nevnliga 2,5%.
Hans Pauli Strøm sigur, at á henda hátt hevði borið til at tryggja, at pensjónirnar altíð fylgdi gongdini í samfelagnum, sum hon avmyndast í lønar- og príshækkingunum.
Hann sigur eisini, at hetta er í samsvari við ætlanirnar í nýggju pensjónsskipanini, sum ætlanin er at seta í gildi.
- Tað hevði verið svik móti pensjónistunum at arbeiða við eini skipan við aðrari hondni og so at máa støðið undan henni við hinari hondini, sigur Hans Pauli Strøm.

Skotið niður
Men í frágreiðingini, sum varð løgd fyri Løgtingið tá ið játtanarkarmurin var fyri, stóð, at automatiska hækkingin í pensjónunum skuldi hækka.
- Ja, men tað stendur eisini, at tað skuldi tengjast saman við gongdini í lønarlagnum. Nú hava arbeiðarfeløgini fingið lønarhækking og tí ivist eg ikki í, at tey alment løntu eisini fáa eina lønarhækking. Sostatt er grundarlagið undir ætlanini burtur og tí er tað óhugsandi, at pensjónirnar skulu standa í stað, sigur Hans Pauli Strøm.
Les eisini greinina: Hans Paulu upphevjar seg sjálvan og greinina: Spariætlanir hjá Rósu Samuelsen eru hjartaleysar.