Í Evropa verður í løtuni arbeitt við einari nýggjari navigatiónsskipan, ið nevnist Galileo. Eitt av endamálunum við hesi skipan er at verða óheft av amerikansku GPS-skipanini.
GPS-skipanin (Ground Positionering System), ið upprunaliga hoyrir til amerikanska hervaldið, verður alt meira nýtt til sivil endamál, heilt frá smáum lumma GPS-arum til navigatión í t.d. bilum og skipum.
Galileo-skipanin kemur at hava 30 satelittar, ið nakað meira enn GPS-skipanin. Hesir satelittarnir koma at standa meira loddrættir yvir Evropa og koma at verða munandi meira neyvir enn teir núverandi.
Signalið frá Galileo-satelittunum kemur at virka í 2008, og neyvleikin verður heilt niður í hálvan metur.
Big Brother
Hóast so gott sum allir nútímans bilar eru útgjørdir við startsperru o.l. verða framvegis nógvir bilar stolnir. Men tað sum biltjóvarnir ikki vita, er at nógvir bilar hava innbygdar GPS ella GSM-leitiskipanir frá ETS, ið gera tað sera einfalt at finna út av hvar tann stolni bilurin er, um hann er staddur í Evropa.
Talan er um eina Big Brother ella rættari DirectFinder leitiskipan frá ETS, ið sigur akkurát hvar bilurin er staddur, og til ber at fylgja bilinum.
Bjargingarfelagið Falck, ið arbeiðir í øllum Evropa og samstarvar við ETS, kann uttan trupulleikar finna fram til stolna bilin og lata eigaranum hann aftur, um teir verða bidnir um tað.