Neyvari reglur fyri pengum til førleikamenning

John Johannessen, tingmaður úr Javnaðarflokkinum setti undir viðgerðini av 2. útbjóðing eitt spurnartekin við pengarnar, sum oljufeløgini lata til ymsar verkætlanir og helt fyri, at tað kundi ikki vera beint at senda fólk á golfskeið fyri hesar pengar.

I kassa

Møguliga mynd av john johannesen




2. útbjóðing

-Hvør førleikamenning tað er fyri føroyska samfelagið, loyvi eg mær at ivast í segði hann og spurdi, um tað ikki eiga at setast neyvari reglur fyri pengarnar til førleikamenning. Eisini Bill Justinussen, úr Miðflokkinum helt fyri, at møguliga eiga pengar til førleikamenning frá oljufeløgunum meira at oyramerkjast til.ávís viðurskifti. Annika Olsen úr Fólkaflokkinum var so avgjørt ikki samd við teimum í tí og vísti á, at pengar til førleikamenning vóru bruktir til bæði útbúgving og gransking og høvdu harvið havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið.