Neyvan nøkur avtala í Keypmannahavn

Reuters-tíðindastovan skrivar frá kinesiskum keldum, at tað ber ikki til at fáa nakra avtalu á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn. Sambært keldunum hevur Kina kunnað hinar luttakararnar á ráðstevnuni um, at landið dugir ikki at síggja nakran møguleika fyri, at tað ber til at røkka einari avtalu í Keypmannahavn.

Ístaðin fyri vil Kina enda ráðstevnuna við einari ella aðrari politiskari fráboðan, sum Reuters skrivar.

Tíðindastovan endurgevur ein kinesiskan samráðingarmann fyri at siga, at enn verður roynt at fáa gongd á samráðingarnar fyri at fáa eitt úrslit burturúr.