Leygardagin 4. februar hava KFUM-skótarnir árliga landsfund sín, og á hesum fundi verða nógv mál um rødd. Eitt teirra verður uttan iva spurningurin um at fáa skótarnar at støðast.
Tilboðini til teirra eru nógv og krøvini stór, um ein skal vera við í ymiskum virksemi. Tað eru tíbetur framvegis nógv fólk, sum ynskja at nýta frítíðina til skótaarbeiðið.
Og sum støðan er nú, so eru tað nøkur støð sum ynskja at endurstovna skótaarbeiðið. Hetta frøast vit sjálvandi um, sigur Tryggvi.
Sambært tølum frá skótunum sjálvum, so hevur talið av limum verið í minking tey seinastu fimm árini. Talið hevur kortini ligið millum 700 og 750 limir.
Men sambært nýggjastu tølunum so er gongdin við at venda eitt sindur. Í 2004 vóru 710 KFUM-skótar, og við árslok í fjør var talið vaksið til 740.










