Neyðugt er við nýbroti í pelagisku vinnuni

- Vit eiga at seta eina ávísa landingarskyldu á pelagiska tilfeingið. Hetta kann gerast í stigum. Eg ivist onga løtu í, at tá hetta er gjørt, verður samstundis grundarlag skapt fyri einum nútímans pelagiskum virki, sum vinnan kann standa saman um. Hetta kemur at geva Føroyum ein nógv størri lut í hesum tilfeingi, samstundis sum avskurðurin frá framleiðsluni kann ganga inn í framleiðsluna hjá Havsbrún, ið aftur er grundarlagið undir eini vælvirkandi føroyskari alivinnu, sigur Eyðfinnur Jacobsen, fyrrverandi skipari

Tilfeingi

Herfyri var nógv frammi um pelagisku fiskasløguni, sum føroyingar veiða, men sum fyri ein stóran part enda í útlendskum havnum. Tað hevur verið og er framvegis ein stórur trupulleiki, at føroyingar ikki virka hesi fiskasløg til matna uppi á landi. Hetta ger, at skipini, sum landa ein stóran part av hesum tilfeingi til matna, ikki hava ein landingarmøguleika í Føroyum, sum er kappingarførur við keyparar uttanlands.

Eingin framleiðsla
Tað eru longu fleiri ár, síðan pelagiska virkið í Kollafirði varð bygt, og her hevur í nøkrum umførum verið roynt at virka pelagisk fiskasløg til matna. Í endanum av 2009 varð ein nýggj roynd gjørd at lata upp fyri hesum møguleika í Kollafirði í einum samstarvi millum JFK-Trol í Klaksvík og eitt stórt hálendskt felag, sum hevur nógv virksemi á pelagiska økinum.
Men heldur ikki hendan royndin sær í nóg stóran mun út til at kunna draga føroysk og útlendsk skip til lands í Føroyum.
Á virkinum í Kollafirði, sum nú kallast Faroe Pelagic, eru maskinur til flakaskering, men tá virkið læt upp, søgdu partarnir, at talan í fyrsta lagi verður um at heilfrysta fisk til matna.
Spurningurin er so, um hetta í longdini verður nóg mikið til tess at fáa ein nógv størri part av pelagiska tilfeinginum upp á land í Føroyum.
Síðan Faroe Pelagic tók ímóti fyrstu lastini hjá Fagrabergi í endanum av 2009, hava vit ikki sæð, at føroysku skipini javnan hava ligið á Kollafirði. Heldur hava vit hoyrt í fjølmiðlunum, at tey hava landað í eitt nú Íslandi, Noregi og serliga í Danmark.
Vit kunnu fegnast um royndina, sum nú verður gjørd í Kollafirði, men longu nú er líkt til, at tað skal meiri til enn heilfrysting til matna.
Á hinari síðuni hava vit Havsbrún í Fuglafirði, sum er veitari av fóðuri til eina vælvirkandi føroyska alivinnu. Eins væl og fá skip síggjast við bryggjuna í Kollafirði, er tað vorðið meiri sjáldsamt, at føroysk skip landa til ídnað í Fuglafirði. Higartil í ár eru tað serliga tvey systirskip úr Írlandi og nakrir norskir bátar, sum hava lyft undir rávørugrundarlagið hjá virkinum í Fuglafirði.

Fóður til aling
Ein av teimum, sum sjálvur hevur fiskað nógv við kraftblokki og hevur verið upptikin av pelagiska tilfeinginum, sum ikki kemur til sættis í Føroyum, er Eyðfinnur Jacobsen í Fuglafirði.
Hann byrjaði á kraftblokkaveiði undir Føroyum í 1970 og hevur eisini fiskað við donskum og eitt skifti við enskum skipum. Eftir at hann gavst í pelagisku vinnuni í 1989, var hann eitt skifti stýrimaður og síðan í fleiri ár skipari við Munki, sum Beta átti.
Eyðfinnur, sum fylgir væl við, tá ræður um vinnu, setir spurnartekin við, hvussu leingi tað yvirhøvur verður loyvt aftrat at fiska eitt nú makrel, sild og svartkjaft til mjøl og fóður.
- Vit kunnu hugsa okkum, at skip áðrenn langt um líður ikki sleppa at fiska hesi fiskasløg til ídnað, og hvussu verður tá við grundarlagnum undir okkara fóðurframleiðslu, sum aftur er grundarlagið undir okkara aling, ið stendur fyri einum munandi parti av okkara útflutningsvirði?, spyr hann.
Fyrrverandi skiparin vísir á, at eitt er fóðurvirkið í Fuglafirði, sum seinnu árini hevur fingið munandi minni av rávøru. Annað og nógv meiri álvarsamt er, at alivinnan, sum gevur góð íkast til landsbúskapin og hevur hópin av fólki í starvi, bæði beinleiðis og í avleiddum vinnum, hevur brúk fyri dygdargóðum fóðuri í sínum alivirksemi.
- Fóðurið hjá Havsbrún er víðakent fyri sínar dygdir, har nógv tann størsti úrdrátturin er fiskur, samstundis sum aðrir framleiðarar eitt nú brúka ymiska grøði sum uppíblanding. Hvaðani okkara alivinna skal fáa sítt dygdargóða fóður, tá eingin pelagiskur fiskur verður landaður til ídnað meiri, er ein spurningur, sum fólk seta sær.
Eyðfinnur væntar ikki, at tað verða íslendingar ella norðmenn, sum tá koma okkum til hjálpar, ei heldur aðrir.

Ansa betri eftir
- Vit kunnu hugsa okkum, at tá pelagisku fiskasløgini ikki longur kunnu landast til ídnað, verður samstundis dýrari at keypa teir úrdráttir, sum tá skulu brúkast til fóðurframleiðsluna. Tað er ikki vist, at tað tá fer at loysa seg at framleiða fóður og ala fisk.
Fyrrverandi skiparin leggur tó aftrat, at føroyingar burdu átt hesa rávøru í tí tilfeingi, sum tilkemur okkum.
Eyðfinnur Jacobsen er sannførdur um, at Føroyar sum tjóð eiga at ansa betri eftir, hvar tilfeingið, sum svimur í havinum, endar – og at hetta ikki bara fer av landinum óvirkað ella kanska heilfryst til aðrar at meirvirka og tjenar pengar upp á.
Hann sigur, at longu tá hann í sínari sigldi við kraftblokkaskipum, var vanligt, at makrelur varð frystur og goymdur til skeringar. Hetta var serliga, tá nógvur makrelur kom upp á land í senn, og virkini ikki megnaðu at arbeiða undan.
- Eg ivist onga løtu í, at eitt av endamálunum hjá hálendingum við Faroe Pelagic í Kollafirði, nú eingin fiskur verður skorin har, er, at hesin fiskur í staðin verður skorin aðrastaðni enn í Føroyum.
Hann heldur, at føroyingar eiga at vera á varðhaldi, so ikki ov nógv av okkara tilfeingi, sum vit hava so harðliga brúk fyri sjálvi, endar sum framleiðsla og dýrar søluvørur í øðrum londum.

Krøv um landing
Herfyri var eisini nógv frammi um møguleikan hjá politisku myndugleikunum í Føroya at áleggja landingarskyldu til ein ávísan part pelagiska tilfeinginum, sum Føroyar eiga.
- Eg haldi, at myndugleikarnir kundu byrjað í stigum við at sett landingarskyldu á hjá pelagiska flotanum. Neyðugt er ikki at byrja so ógvusliga. Tað er sjálvandi keðiligt fyri tey skip og tey feløg, sum kanska í fyrstu syfti missa eitt sindur við hesum, men upp á longri sikt trúgvi eg, at grundarlag kundi verið skapt fyri, at nógv størri nøgdir av pelagiska tilfeinginum av sær sjálvum endaðu uppi á landi í Føroyum.
Fyrrverandi skiparin er soleiðis sannførdur um, at einasta, sum er til ráða at taka hjá føroyingum, um vit ikki púrasta skulu avskera okkum frá hesum tilfeingi, sum eisini er grundalagið undir okkara alivinnu, eru ásetingar um landingarskyldu.
- Tað er greitt, at útlendingar liggja úti eftir okkara tilfeingi, men vit eiga at duga betri sjálvi. Eg kundi hugsað mær ein leist, sum segði, at landingarskyldan í byrjanini verður 20%, og síðan kundi hesin prosentpartur verið øktur við 10% um árið, til hann at enda er komin upp á 70%, sigur hann.

Spakuliga útaftur
Eyðfinnur ivast onga løtu í, hvør positiva avleiðingin av hesum hevði verið.
- Vit høvdu fingið eina nútímans verksmiðju, sum helst hevði komið at ligið uppat ídnaðarvirkinum Havsbrún í Fuglafirði við teimum fyrimunum, sum hetta hevði givið – eisini til teir, sum fiska hesi fiskasløg.
Soleiðis, sum gongdin hevur víst seg at verið seinnu árini, stúrir fyrrverandi skiparin fyri, at ikki ein stertur av pelagiska tilfeinginum fer at liggja eftir í Føroyum, um eingi stig verða tikin beinanvegin.
- Eg haldi ikki, at útlendsku íløgurnar í Føroyum, tá ræður um pelagisku vinnuna, hava víst seg at vera serliga gevandi fyri okkara samfelag. Her hugsi eg tó ikki um tíðina við Nærabergi og seinni við Atlantic Navigator, men meiri um tær íløgur, sum vit síggja í løtuni, har lítið verður skapt til føroyskar hendur og til tað virksemi, sum er grundarlagið undir okkara fóðurframleiðslu.
Eyðfinnur Jacobsen heldur, at føroyingar eiga at fáa útlendsku áhugamálini í okkara pelagiska tilfeingi spakuliga úr aftur Føroyum, soleiðis at vit sum samfelag kunnu skapa karmar fyri, at ein nógv størri partur liggur eftir hjá okkum sjálvum.
- Eg haldi, vit eiga at duga at síggja, at útlendsku áhugamálini í Føroyum hava til endamáls at slúsa mest møguligt til sín sjálvs. Vit hava lyndi til at leggja okkum opnar fyri øðrum, samstundis sum vit vita, at aðrir leggja forðingar fyri, at teirra skip kunnu leggja sína rávøru upp í Føroyum.

Nútímans verksmiðja
Eyðfinnur Jacobsen heldur, at Føroyar virkuliga eru afturútsigldar á pelagiska økinum í mun til londini uttan um okkum, og hann heldur, at tað er hetta, vit síggjast úrslitið av í dag.
- Vit hava eitt framkomið ídnaðarvirkið, sum er kent um okkara leiðir, men vit hava onga veruliga framleiðslu av hesum fiskasløgum, ið eru ein so stórur partur av okkara tilfeingi. Aðrir, sum liggja uppat okkum og eru við í hesi vinnu, eru vorðnir langt frammanfyri okkum. Tí haldi eg, at vit eiga at taka fyrsta stigið nú og leggja eina avmarkaða landingarskyldu á okkara pelagiska flota. Málið eigur at verða at skapa grundarlag fyri einum framkomnum virki, sum flest møguligir partar í vinnuni kunnu standa saman um. Sum tíðin gongur, kunnu vit tað sama sláa okkum til tols við, at tað verður bara slógvið, sum kemur at liggja eftir sum partur av rávørugrundarlagnum undir fóðurframleiðsluni hjá Havsbrún, sigur fyrrverandi skiparin, Eyðfinnur Jacobsen, sum soleiðis er komin við sínum íkasti til kjakið um pelagiska tilfeingið.