Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur, at tilburðurin við russiska trolaranum Olshanu er nóg væl kannaður -Tað er óneyðugt við fleiri kanningum.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur longu tvær frágreiðingar at halda seg til eftir óhappinð við russiska trolaranum, sum sakk við Flesjarnar fyri trimum vikum síðani og fór at leka olju.
Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, við Útvarpið, nú Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur gjørt av at gera eina kanning afturat av tilburðinum.
-Ein kanning aftrat kann bara skaða Tilbúgvingarstovnin og MRCC, sigur fólkafloksformaðurin.










