Neyðugt at gera fleiri broytingar í fiskivinnuni

Broytingin, sum ætlanin nú er at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap er ikki nóg mikið til at fáa øll viðurskiftini í fiskivinnuni á beint, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Tær broytingar, sum ætlanin nú er at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap, eru ikki nokk til at fáa øll viðurskiftini í fiskivinnuni á beint

Tað staðfestir Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Fiskivinnan er ein ómetaliga týðandi táttur í okkara búskapi og tí hava vit spurt nývalda landsstýrismannin í fíggjarmálum um hann hevur nakra meting av teimum broytingum, sum ætlanin nú er at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap og sum Løgtingið viðgerð í løtuni.

Hann sigur, at hesar broytingar eru ein hjálp um tær kunnu síggjast sum eitt fyrsta stig í eini størri broyting.

Magni Laksáfoss sigur, at grundarlagið undir okkara fiskidagaskipan, er at hon avmarkar atgongdina til fiskiríkidømið.

- Tess meiri fiskirættindi verða skerd, tess sjónligari verður tilfeingisrentan. Tað vísa teir handlarnir, sum eru farnir fram seinastu árini týðiliga.

- Men handlarnir eru ikki annað enn ein nátúrlig avleiðing av, at møguleikarnir verða avmarkaðir.

Og landsstýrismaðurin minnir á, at har, sum handlarnir eru farnir fram, er har fiskileiðirnar eru góðar og góður prísur fæst fyri fiskin.

Í hesum sambandi ger ikki mun, um vit hava fiskidagar ella kvotur.


Ein lappaloysn

Í broytingunum, sum nú er til viðgerðar í Løgtinginum, verður nakað gjørt burturúr at avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at fáa sær stráðmenn í Føroyum

Magni Laksáfoss sigur at í hesum sambandi hava útlendingar tveir leiklutir.

- Í fyrra lagi kann talan verða um at avreiða fiskin uttanlands. Men gera vit tað, missa vit tað virðisøkingina, sum kann skapast við at virka fiskin í Føroyum.

- Í øðrum lagi kunnu útlendingar eiga skip í Føroyum, men vansin við tí er, at teir taka vinningin við sær av landinum og tað er ein óheppin gongd.

Spuringurin er so, hvussu okkara fiskidagaskipan eydnast við atliti at rættindum hjá útlendingum til okkara tilfeingi.

- Í hvussu so er hava føroysk skip avmarkaðar møguleikar at avreiða uttanlands. Skipanin avmarkar eisini møguleikan hjá útlendingum at eiga føroysk fiskiskip.

- Samstundis verða fiskidagarnir skerdir við jøvnum millumbili og tað er tað rætta fyri at fáa tilfeingisrentuna undan kavi.

- Men avleiðingin av at forða útlendingum at eiga skip í Føroyum, er bara tað, at útlendsk feløg fáa sær umboðsmenn í Føroyum.

- Tað er ein púra natúrlig gongd, at so hvørt, sum atgongdin til filfeingið avmarkast, økist tilfeingisrentan eisini og samstundis veksur bara talið av føroyskum umboðsmonnum hjá útlendskum feløgum.

Magni Laksáfoss heldur, at hetta er ein gongd, sum er ómetaliga torfør at sleppa undan.

- Hetta er ikki fyri at kasta nøkrum nakað fyri, tí hetta er ein heilt natúrlig gongd.

Í uppskotinum, sum Bjørn Kalsø nú hevur lagt fyri Løgtingið, verður roynt at gera strangari reglur fyri útlendingum í Føroyum.

- Men tað er ikki annað enn ein lappsloysn, tí tað loysir ongan trupulleika og tað loysir ikki tann trupulleika, at tilfeingisrentan fer av landinum.

- Tess meiri vit avmarkað, tess fleiri útlendsk feløg fáa sær umboð í Føroyum. Vit kunnu gera so strangar reglur vit vilja, men tað verður ein støðug kapprenning við royndirnar hjá útlendskum áhugamálum at koma upp í vinnuna í Føroyum.

- Einasti máti at sleppa undan útlendskum áhugamálum í føroysku fiskivinnuni, er at áleggja vinnuni eitt tilfeingisgjald og sostatt draga tilfeingisrentuna úr vinnuni.



Bara fyrsta stig

Magni Laksáfoss sigur, at eitt annað endamál við broytingunum er at sleppa undan at lata fiskiloyvi fyri 10 ár ísenn.

- Eftir uppskotinum, sum nú liggur í Løgtinginum, er verða fiskiloyvini søgd upp við árslok í 2017, so at tað skal bera til hjá Løgtinginum at brúka hesi næstu 10 árini til at gera akkurát tað skipan, sum Løgtingið vil, at vit skulu hava í Føroyum.

- Men tað merkir so eisini, at tilfeingisrentan hevur toppað nú, men at hon nú fer at minka so líðandi, til fiskiloyvið gongur út.

- Tað merkir, at hesi næstu árini hava vit møguleikan at gjøgnumføra allar tær broytingar, vit vilja.

Magni Laksáfoss sigur, at hetta setir krøv til tað politisku skipanina, so at ætlaðu broytingarnar verða settar í verk so skjótt sum gjørligt, helst longu næsta ár, fyri at vinnan skal fáa so lagaliga skiftistíð, sum gjørligt.

- Er endamálið við hesum broytingunum at rudda slóð fyri øðrum broytingunum, sum Fiskimálaráðið møguliga ætlar at seta í verk, er uppskotið, sum Bjørn Kalsø nú hevur lagt fyri Løgtingið, avgjørt eitt stig á rættari leið.

Broytingarnar føra verri enn so á mál sum er, men tær eru avgjørt eitt stig á leiðini, tí nú verður tað so staðfest, at fiskiloyvini eru ikki galdandi longur enn til 2017. Eftir tað verða tey so latin fyri fimm ár ísenn og tað gevur politisku skipanini góðar møguleikar at broyta skipanina, eisini at kollvelta hana, uttan at koma vinnuni í klemmu.

Hann sigur, at sum hann skilir Búskaparráðið, heldur ráðið, at hetta er ikki annað enn ein staðfesting av, at einstakir reiðarar skulu framvegis hava framíhjárætt til fiskitilfeingi.

- Skal uppskotið skiljast so, eri eg púra samdur við Búskaparráðið. Men eg havi skilt tað so, at endamálið er at kunna gera aðrar broytingar í skipanini til 2017.

- Og tað velji eg at trúgva, sigur Magni Laksáfoss.

Men hvat ætlar tú sum fíggjarmálaráðarri, so at gera fyri at tryggja, at broytingar, tí umrøður, verða settar í verk, sum røkka endamálinum?

- Í løtuni havi eg ongar ætlarnir um at gera nakað. Eg skal gera eina fíggjarlóg og eg fái neyvan stundir til at gera nakað við støðuna í fiskivinnuni fyri valið.

Og annars er tað heldur ikki mítt borð, tí tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ið hevur bóltin í hasum málinum, sigur Magni Laksáfoss.

Les eisini greinina ”Skulu hava stóran vinning og lítlan vága í fiskivinnuni”.