Borgarstjórin í Sørvági, Jákup Suni Lauritsen er sannførdur um, at tað verður ikki gott í Vágum fær oyggin einki umboð í nýggja tinginum. - Møguleikin er avgjørt til staðar fyri, at vit ikki fáa nakran mann í nývalda tingið, sigur hann.
Í bløðunum í vikuni skrivaði hann eina grein um hetta evnið. Og við Rás 2 sigur Jákup Suni seg hava fingið nógvar positivar viðmerkingar til greinina, bæði úr Vágum men eisini kring alt landið. Hetta er eftir øllum at døma eitt evni sum fólk eru upptikin av.
Bakgrundin fyri útalilsum hansara er hetta: Um so skuldi verðið at formaðurin í Fólkaflokkinum sum er sørvingur, verður einasti tingmaður í Vágum, og flokkurin fer í samgongu og hann verður landsstýrismaður, so er ikki vist at eykamaður hansara longur niðri á flokslistanum er úr oynni.
- Tí heiti eg á fólk í miðstaðarøkinum ? og í Havn sjálvandi ? um at velja lokal umboð á ting. Tey eru tey einastu sum kunnu tosa sakina hjá útjaðarinum, sigur hann.
Hinvegin vísa kanningar, at tað er ikki óhugsandi at Vágar fáa tvey umboð á ting, eins og tey hava havt eftir gomlu valskipanini.
Livst so spyrst!